Stórur munur á Sevmýri

Løgmanssteypið: Jón Rói Jacobsen skoraði tvey mál og tykist rættuliga vera komin fyri seg á besta HB liðnum

Tað var sjónligt á Sevmýri, at liðini vóru úr hvør sínari deild. Spælið var einki at reypa av, men eingin ivi var um, at HB hevði nógv tað betra fólkið. Unga TB liðið, sum millum fleiri skaddar spælarar m.a. saknar royndu menninar Jón Tórða Holm og Petur Oluf Joensen, hevði ikki nógv at bjóða uppá. Tó so í 1. hálvleiki tá støðan var 3?0 hildu bæði teir og HB menninir, at Bárður Dimon varð snýttur fyri eitt brotsspark, og um eydnan var við, so kundi Dan Mortensen havt skorað í 1. hálvleiki.

Jón Rói Jacobsen hevur í yngru deildunum víst, at hann hevur ? mált við føroyskari alin ? fín fótbóltsevnir. Sunnudagin skoraði hann fyrstu ferð tvey mál á besta liðnum, og ivaleyst fer hann ofta at teljast millum málskjúttarnar. Tað fyrra fekk hann, tá eit korter var farið. Eftir innlegg frá Rúna Nolsøe stakk ungi maðurin seg fram millum tveir verjuspælarar.

Tíggju minuttir seinni skoraði Rúni Nolsøe úr sekstan metrum, og tá tað restaðu tveir minuttir av fyrra umfarinum stútaði Símun Eliasen í kassan eftir hornasparksinnlegg úr vinstru.

Eftir steðgin kom Rói Árting á vøllin fyri smáskadda Rúna Nolsøe. Ein annar veteranur, Ingi Rasmussen, fekk ? eitt sindur bíligt hildu teir í HB, og tvørámenn vóru ikki ósamdir ? brotssparkið, sum Rói Árting økti til 4?0 uppá, og tá Jón Rói Jacobsen staðfesti stórsigurin var púra útselt hjá TB. Jón Rói rann alla verjuna og málverjan av, áðrenn hann trillaði bóltin í netið.

Hjá HB vardi Danny Rasmussen málið. Fyrsti málverjin, Bárður Johannesen, varð í síðstu viku skaddur í hondini undir venjing. Tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá Hans Jørgen Djurhuus loysti Símun Eliasen av, og ein annar ungur maður, Vagnur Mohr Mortensen, kom miðskeiðis í 2. hálvleiki inn fyri Hall Danielsen.

TB: Magni Hentze ? Andrass Nolsøe, Magni Petersen, Tórður Mortensen ? Teitur Rasmussen, Einar Petersen, Bárður Dimon, André Dalfoss ? Dan Mortensen, Hallur Christiansen, Vagnur Nolsøe

HB: Danny Rasmussen ? Jóhannes Joensen, Hans á Lag, Florin Miháescu, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Ingi Rasmussen, Símun Eliasen ? Jón Rói Jacobsen, Pætur Dahl