Stórur partur av Landsverki skal útveitast til privat

Tað, sum gongur fyri seg í dag, er dýrari fyri skattgjaldaran

 

Fleiri av teimum uppgávum, Landsverk nú ger, eiga at verða latin privatum fyritøkum at gera.

Tað halda tey í Vinnuhúsinum - og tey halda, at hetta hevur størri týdning nú enn nakrantíð.

Tey halda at søgan um asfaltverkið á Sundi er eitt talandi dømi um hetta.

Landsverk hevur nevniliga brúkt yvir 30 milliónir upp á eitt asfaltverk, sum nú vísir seg at vera óbrúkiligt.

Vinnuhúsið umboðar Arbeiðsgevarafelagið, og har halda tey, at tað er margháttiligt, at ein almennur stovnur brúkar játtanina á fíggjarlógini til at keypa privatar fyritøkur av marknaðinum fyri at minka um kappingina.

Hetta kann vera eitt dømi afturat um, at tað er tørvur á at viðgera leiklutin hjá Landsverki í sambandi við framleiðslu, bygging og viðlíkahaldi.

– Tað eru fleiri privatar fyritøkur, sum bjóða seg fram á arbeiðsøkjum, har Landsverk hevur sett fólk í starv.

– Eitt talandi dømi, er tunnilslið, har arbeiðsfólk hjá Landsverki skulu bora ella spreingja tunlar til smærri bygdir, alt eftir, hvussu stór játtanin á fíggjarlógini er.

– Tað fer at taka nógv harrans ár at koma á mál á henda hátt. Tað er neyvan nakar ivi um, at hetta er dýrari fyri skattaborgaran enn at lata privatar fyritøkur, við royndum á økinum, dríva slíkar verkætlanir, siga arbeiðsgevararnir.

Og tá ið Landsverk ger arbeiðini, versnar eisini møguleikarnar fyri at menna førleikarnar í privatu vinnuni at gera vegir og tunlar.

– Vit hava eina privata byggivinnu við nógvum væl skikkaðum fyritøkum, sum væl kunnu gera tær uppgávur, sum Landsverk í dag loysir, halda tey í Vinnuhúsinum.

 – Men eisini tá ið tað kemur til at prosjektera og at hava eftirlit við byggiverkætlanum, eru privatar fyritøkur, sum kunnu loysa tær uppgávur, sum Landsverk nú ger.

Tey í Vinnuhúsinum staðfesta, at føroyska samfelagið hevur brúk fyri at Landsverk er ein tíðarhóskandi stovnur, sum kann tryggja, at vit fáa sum mest burturúr almennu íløgunum.

Og tað skal eisini vera ein stovnur, sum skal standa fyri at bjóða arbeiði út, og sum skal tryggja, at almenn arbeiði verða leverað til tíðina og at dygdin er, sum hon skal vera – og at prísurin er nøktandi.

 – Eitt lið í hesum kann vera at brúka privatar veitarar til at loysa nakrar av teimum uppgávum, sum Landsverk í dag ger, siga tey.

Eitt, sum áður hevur verið nevnt, er, at øll kavaruddingin hjá Landsverki átti at verðið einskild til privat at røkja, men tað er ongantíð komið longur enn til prát.