Verður Sølvi Vatnhamar á liðnum hjá Víkingi í dag, ella verður hann ikki á liðnum. Svarið á henda spurningin verður hildið at hava stóran týdning fyri, hvussu tað fer at spæla av, tá ið Víkingur seinnapartin fær vitjan av grannunum í NSÍ.
Sølvi Vatnhamar er skaddur í alboganum og var nógv saknaður, tá ið Víkingur á ólavsøku tapti 2-1 ímóti B36.
Higartil í ár hevur Sølvi Vatnhamar verið sera eyðsýndur í framrættaða spælinum hjá Víkingi. Hann hevur skorað seks mál, og hann hevur sambært bolt.fo lagt upp til tíggju mál. Málmunurin hjá Víkingi er eftir 16 dystir 36-19.
Víkingur er topplið við 35 stigum, og NSÍ, sum hevur spælt tveir dystir færri, hevur 32 stig.
Seinastu ferðirnar hevur tað hilnast væl hjá NSÍ í Sarpugerði. Í fjør vann NSÍ báðar dystirnar í Sarpugerði – 2-1 og 3-0 – og í fyrraárið vann NSÍ 2-1. Síðsti heimasigurin hjá Víkingi ímóti NSÍ var í 2016, tá ið úrslitið var 2-0.
Seytjan ferðir hevur NSÍ verið í Sarpugerði og spælt landskappingardyst, síðani Víkingur í 2008 sá dagsins ljós. Tað er ikki komið fyri, at liðini eru farin av vøllinum, uttan at mál er skorað.
Víkingur hevur vunnið tíggju ferðir, NSÍ hevur vunnið seks ferðir og í 2012 var úrslitið 1-1.
Hjá NSÍ er miðverjin Jóhan Troest Davidsen leikbannaður. Vongverjin í vinstur, Pætur Hentze, er skaddur. Í gjár var Øssur Dalbúð, sum leingi hevur verið skaðadarvaður, á næstbesta liðnum í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ vann 3-1 á Svangaskarði.