Stórur skógareldur í USA

Í amerikanska statinum Arizona royna meiri enn 1.000 sløkkiliðsmenn at fáa tamarhald á einum stórum skógareldi. Myndugleikarnir siga, at umleið 1.000 hektarar av skógi er farin upp í royk, og at talan er um ein tann størsta skógareldin í Arizona nakrantíð. Í statinum New Mexico, 320 kilometrar burturi, hava fólk funnið øsku frá skógareldinum.

Sløkkiliðsmenninir fáa hjálp frá serligum flogførum og tyrlum.

Skógareldurin, sum kyknaði fyri nøkrum døgum síðani, hóttir nú sethús og frítíðarhús í Alpine og Nutrioso, og myndugleikarnir hava flutt umleið 2.500 fólk burtur haðani.