Eyðfinn Jacobsen vildi royna nakað nýtt og søkti starvið sum fyrisitingarstjóri í grønlendsku ráevnisumsitingini. Hann fekk starvið framum aðrar 30 umsøkjarar.
Nú fylgir hann so tí fyrstu boringini - um somu tíð sum hann eisini fylgir við, hvat hendir í Føroyum á oljuøkinum. -Eg hevði ikki ímyndað mær, at hetta fór at vera eitt so avbjóðandi og spennandi arbeiði, og tann sannroynd, at bæði grønlendingar og føroyingar eru farnir at leita eftir olju og gassi um nakað somu tíð - ger hetta ikki minni áhugaverd sigur Eyðfinn Jacobsen, sum er við at fáa fast undir fótum í Nuuk. Í summar fer restin av familjuni til Grønlands.
Eyðfinn greiðir frá, at tað hevur gingið við við boringini og vóru teir komnir einar 500 metrar niður síðst í farnu viku. Ætlanin er at bora í góðan hálvan annan mánað.
Talan er um eina rættiliga áhugaverda verkætlan, sum tey fýra oljufeløgini, Statoil, Phillips, Dong og Nunaoil standa fyri. Til sjálva boringina verður brúkt spildurnýggja og sera vælútgjørda norska boriskipið West Navion. Skipið er útgjørt við øllum hugsandi hentleikum. Saman við tí eru eisini tveir stórir supplybátar.
Alt grønlendska samfelagið fylgir boringini við stórum áhuga. -Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at stór semja er í Grønlandi fyri at troyta ráevni í undirgrundini, tað verið seg olja, gass, mineralir o.a. Men sjálvandi leggja teir stóran dent á - eins og í Føroyum - at umhvørvið ikki verður dálkað, og er hetta kanska serstakliga týdningarmikið í tí sera viðkvæma arktiska økinum.
Eyðfinn Jacobsen sigur, at umframt oljufeløgini, sum hava fingið tillutað uppgávuna at gera hesa fyrstu boringina, so fáa teir stóra hjálp frá ymsum donskum myndugleikum so sum GEUS, Dansk Miljøundersøgelsen og Energistyrelsen.
Eins og í Føroyum verður nógv tosað um at fáa samfelagnum enn eitt bein at standa á, soleiðis at ikki alt stendur og fellur við fiskivinnuni.
Sambart avtaluni millum heimastýrið og donsku stjórnina er øll umsitingin av ráevnunum flutt til Nuuk, og tað er her leikluturin hjá m.a Eyðfinn Jacobsen liggur. Avtalan sigur so eisini, at av teimum fyrstu 500 mill. kr., sum koma frá møguligari olju, skal býtast helvt um helvt millum Grønland og Danmark, meðan inntøkur oman á hesa upphædd skulu samráðingar vera um. Sambrt avtaluni hava grønlendingar eisini møguleika at brúka danska ekspertisu.
Mest sannlíkt at finna gass
Hvussu stórir eru so møguleikarnir fyri at finna nakað í undirgrundini? -Gjørt er stórt forarbeiði og er talan um stórar strukturar, sum kunnu goyma olju og gass. Mett verður, at møguleikin fyri at finna olju tó bert er eini 2-4%, meðan útlitini fyri gassfundi eru 50%. Og verður talan um gassfund, so verður tosað um elefantar tvs. risastór felt.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at teir í Grønlandi fylgja eisini við í tí, sum hendir á føroyska oljuøkinum. Í løtuni arbeiðir hann við at leggja til rættis 1. útbjóðingina í Grønlandi. Hon verður lýst eftir at úrsliti fyriliggur frá hesi fyrstu boringini.
Annars fer stórur partur av arbeiðinum eisini til námsvinnuna, sum tykist hava stóra framtíð í Grønlandi. Í næsta ár verður eitt gullnám latið upp í Grønlandi.
Sosialurin skilur annars, at møguleiki er fyri, at hetta sama boriskipið, sum nú verður brúkt í Grønlandi, kann koma at bora fyri Statoil-bólkin í Føroyum eisini. Tað hava vit tó ikki fingið váttað, men tað skilst, at hetta er ikki óhugsandi.