Stórur spenningur í Grand Prix kappingini

Leygardagin varð 4. Grand Prix umfar leikt í Eysturskúlanum í Havn. 80 spælarar úr seks feløgunum høvdu boða frá luttøku.

Borðtennis

B71, KÍ, Streymur, Royn, Tór og TBF høvdu øll meldað til kappingina, so roknað við eini sera spennandi kapping.
Og so var. Serliga var tað í A bólkinum, har eingin leikari megnaði at vinna allar sínar dystir. Petur Niclasen var roknaður sum favorittur, men legði út við at tapa ímóti Pæturi Albinus, sum seinni í kappingini tapti tveir dystir ímóti ávíkavist Halli Thorsteinsson og Jákupi Hansen.
Um nú Hallur megnaði at vinna sín seinasta dyst ímóti Ragnari Egilsson við 3-1, so hevði hann vunnið A bólkin. Men so skuldi ikki gangast Halli, sum hevði leikt betur fyrr á degnum. Hann mátti leggja rygg til 3-1 tap og rakk tað hetta bara til annað plássið hjá evnaríka havnarmanninum. Petur vann bólkin við átta stigum, og Hallur gjørdist nummar tvey við seks stigum. Bert tvey sett betri enn Ragnar og fimm betri enn Pætur, sum mátti taka til takkar við einum fjórða plássið, sjálvt um hann í fyrsta dystinum basti Grand Prix vinnaranum fimm tey seinastu árini – Peturi Niclasen.
Undan hesum umfarinum hevði Tóki Thorsteinsson úr Tór megnað at vunnið tríggjar av trimum møguligum bólkum, men leygardagin gekk ikki longur. Hann endaði á fjórða plássi í D-bólkinum, men hóast hetta, so má sigast, at tað er sera gott klára av smádreingjaleikaranum úr Havnini. Harumframt halda Jógvan Johansen Tór og Ólavur Fjørdal TBF fram við tí góða stimanum. Teir hava júst sum Tóki, vunnið tríggjar av fýra møguligum bólkum, sum teir hava luttikið í.
Í øðrum bólkum var eisini sera tætt tá ið stig og sett skuldu teljast upp, so sigast má, at kappingin um at gerast Grand Prix vinnari 2007 er hørð, nú bert tvey umfør eru eftir. Og ikki nokk við tí, tí kappast verður eisini um at vinna sær sæti millum trý tey fremstu í hvørjari deild hjá teimum yngru (undantikið smápinkur og smápiltar), sum gevur atgongd til luttøku í Brøndby Cup, sum veður í Danmark 17. og 18. mars.
Næsta kapping, ið BTSF skipar fyri, er 4. Grand Prix umfar, sum verður í Eysturskúlanum í Havn 10. februar.