Klokkan 11.10 hósmorgunin fekk løgreglan í Klaksvík boð frá einum manni, at ein stórur steinur var lopin undan loftinum í Árnfjarðatunnilinum, umleið ein triðjing inni í tunnilinum frá Ánunum. Boð vóru beinanvegin send eftir fólki frá Landsverk at fáa steinin beindan av vegnum.
Petur á Svøð frá Landsverk kom á staðið beinanvegin, og hann greiðir frá, at steinurin var rættiliga stórur, og at hann vá umleið 100 pund.
- Um ein bilur hevði fingið henda steinin omanyvir seg, ella hevði rent á hann, hevði hann allarhelst farið í smildur. Maðurin, sum kom fram á steinin, var á veg úr Árnafirði, og hann gjørdi tað rætta, tá hann vendi við, koyrdi aftur til munnan Árnfjarðamegin og vardi fyri einari møguligari vanlukku. Hann boðsendi eisini løgregluni beinanvegin, og tískil slapst undan eini vanlukku, greiðir Petur á Svøð frá.
Tunnlarnir tryggir hóast alt
Hóast hesin stóri steinurin leyp undan loftinum og kundi elvt til skaða, sigur Petur á Svøð at tunnilin er tryggur at ferðast gjøgnum.
- Tað kemur tíverri fyri, at grót leypur undan loftinum, men tunnlarnir eru tryggir hóast alt. Sjálvt um tunnlarnir javnan verða tryggjaðir fyri leyst grót, ber ikki til at verja seg 100 prosent ímóti at sovorið hendir. Tað fer altíð at vera ein vandi fyri at onkur steinur leypur undan loftinum, men tíbetur hendir hetta sjálvdan, og við at tryggja tunnlarnar, slepst tí undan at hesin vandin gerst serliga stórur, sigur Petur á Svøð.
Tunnlarnir í Norðoyggjum eru myrkir og smalir, og tí er neyðugt at fólk vísa varsemi tá tey ferðast gjøgnum tunnlarnar. Og við at gera sum hesin maðurin gjørdi, at boðsenda løgregluni og at ávara aðrar bilførarar, slepst undan at nøkur vanlukka hendir, og tað gjørdi tað tíbetur heldur ikki í hesum førinum.