Stórur tørvur á deildini á Flogvøllinum

Anna Sofía Nordendal arbeiðir á kunningarstovuni á flogvøllinum. Og hon kennir seg nú noydda at tala at tí, sum Janus Petersen stjóri í FøroyaBanka segði í eini grein í Sosialinum herfyri. - Tað er stórur tørvur á deildini á Flogvøllinum, tað vita øll uttan Janus, sigur hon.

? Vit vita væl, at automatin er á flogvøllinum, og at tað eisini er eitt slag av service. Men hvat so, tá automatin ikki riggar? Og tað er ikki so sjáldan, greiðir Anna Sofía Nordendal frá.
Sjálv arbeiðir hon á kunningarstovuni á Flogvøllinum, og tað er sostatt hon, ið má taka sær av kundum hjá Føroya Banka, sum koma at klaga, tá bankin ikki er opin og automatin ikki er virkin ella er stongd.

Long bíðirøð
Anna Sofía greiðir frá, at Ruborg Zacharissen arbeiðir í deildini á flogvøllinum, og hon hevur arbeitt har í 39 ár. Nú er hon uppsøgd, tí deildin á flogvøllinum letur aftur í februar 2005.
? Tað, sum Janus segði, haldi eg vera so niðrandi fyri hana. Hon hevur verið so trúgv í sínum arbeiði í bankanum, og nú kemur stjórin út í bløðini og sigur óbeinleiðis, at tað ikki loysir seg at hava hana hon einki ger til nyttu. Eg haldi tað vera ótrúliga løgið, heldur Anna Sofía Nordendal
Hon sigur, at bankin letur upp kl 10 um morgnarnar, áðrenn flogfarið fer, og tað er altíð ein long bíðirøð.
- Tað vita øll, sum ferðast ella sum arbeiða á flogvøllinum. Ì Janus'sa verð loysir tað seg ikki at hava bankan opnan, men Janus hevur allarhelst ongantíð verið á flogvøllinum, tá ferðafólk koma ella fara, og bankin er stongdur. Tá koma allar klagurnar beinleiðis til okkum, men vit fáa einki gjørt við tað, vísir Anna Sofía á.
Hon heldur, at tá Janus Petersen segði við Sosialin, at bankin allíkavæl bert er opin fáar tímar um dagin, og at tað tí ikki kemur at merkjast nakað serligt um hann hvørvur heilt, tá hevur hann púra misskilt okkurt.
- Bankin er opin, tá flest fólk ferðast. Hóast Ruborg, sum arbeiðir har, bert eigur at hava bankan opnan eina ferð um dagin, so kemur tað meiri enn so fyri, at hon av sínum eintingum kemur niðan aftur á fløgvøllin, tá flogførini úr Aberdeen og Íslandi koma. Tað er nakað sum hon vurderar sjálv. Og er hon ikki har, so er tað stórur saknur i henni, tað er so púra vist, staðfestir Anna Sofía Nordendal.

Nógvar klagur
Anna Sofía sigur, at kunningardiskurin fær nógvar klagur, tá bankin ikki er opin, og flogfør koma inn.
? Janus sigur, at tey flestu hava kort allíkavæl, og at tey tí kunnu taka sær danskar pengar út úr automatini. Men tað eru fleiri ting, sum hann ikki hugsar um. Fyri tað fyrsta eru tað framvegis fólk, ið ikki hava kort, men bert reiðan pening. Hvat skulu tey gera? Tey hava jú ongar pengar at gjalda bussin fyri. Síðani er tað ikki so heilt sjáldan at automatin er í ólagi. Og fyri tað triðja, so er autmatin stongd ímillum kl. 24 og 06 hvørja nátt. Um flogfarið er seinkað, so sleppa fólk ikki í automatina at taka sær pengar út, greiðir Anna Sofía frá.
Hon vísir á, at allar hesar klagurnar koma til kunningardiskin, men tað er einki, sum tey kunnu gera við tað.
? Tað er heilt víst, at tað eru nógv ferðafólk, ið hava ikki hava goldið fyri bussin til Havnar, tí tey ikki hava fingið tikið pening út nakrastaðni ella vekslað, sigur Anna Sofía.
Hon heldur eisini, at frágreiðingin, sum Janus Petersen gav í Sosialinum herfyri, var heilt ótrúliga einsíðug.
? Janus vildi vera við, at tað bert vóru ein ella tvær avgreiðslur um dagin, men tað er í øllum førum ikki satt. Ruborg hevur sitið har í 39 ár, og eg haldi tað vera langt úti, at hon nú skal fáa at vit, at hon einki ger til nyttu. Øll, sum eru á flogvøllium, kunnu mótprógva hasum pástandinum um eina ella tvær avgreiðslur um dagin, slær Anna Sofía fast.
Hon sigur seg vera greiða um, at stjórarnir bert vilja spara, og at teir allarhelst eisini fara at halda uppá sítt, men hon heldur, at teir hóast alt ikki kunnu siga ósatt í bløðunum.
? Tað, sum Janus segði, kundi ikki fara ósvarað aftur við borðinum. Og tað er heilt víst, at bæði vit, sum arbeiða á fløgvøllinum og ferðafólkini standa aftan fyri hesi orðini, sigur Anna Sofía at enda.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>