Gamla orðatakið hjá Gary Lineker hevur mangan staðið sína roynd. Við ávikavist silvur- og bronsumerkjum í teimum báðum seinastu HM-endaspølunum hava týskarar eisini prógvað, at teir framvegis skulu roknast millum avgjørdu fótbóltsstórveldini.
Men samstundis skerst ikki burtur, at týska fótbóltslandsliðið – hóast HM-heiðursmerkini – hevur havt sínar stóru trupulleikar at dragast við seinnu árini. Trupulleikar, sum longu vóru sjónligir, tá europiski risin í tveimum umførum hevði meira enn ilt við at knógva føroyska dvørginum. Og enntá bara var stólpa-út frá eini mest sum totalari eyðmýking í Hannover á sinni.
Ov fáar stjørnur
Tí týskur fótbóltur er ikki longur tað, sum hann hevur verið. Hóast skeinurnar í vár, telist Bayern München framvegis millum europisku risarnar. Og hóast onnur feløg av og á stinga seg fram, so enda flestu týsku stjørnurnar fyrr ella seinni á Allianz Arena. Men við einstøkum undantøkum, so er tað í dag langt ímillum, at týskur fótbóltur veruliga leverar altjóða stjørnur til europiska pallin. Eitt fyribrigdi, sum tóktist íkoma samstundis, tá Bosman-dómurin kollvelti altjóða fótbóltin á felagsstøði.
Hóast Metzelder og Lehmann eisini gera um seg, so er tað væl bert Michael Ballack, sum í dag veruliga kann roknast millum stjørnurnar. Tað kann geva liðnum frið í tann máta, at eingin ivast, hvør er leiðarin á liðnum. Men hinvegin tóktust júst innanhýsis maktkamparnir millum stóru stjørnurnar á liðnum altíð at ávirka týska hópin positivt, tá mest stóð á.
Í EM-høpi toppaði Týskland seinast í ’96, tá teir fóru sigrandi úr Onglandi. Men bæði í 2000 og í ’04 kostaðu lakar EM-luttøkur høvdið hjá ávikavist Erich Ribbeck og Rudi Völler. Og samanlagt trý stig í teimum báðum endaspølunum eru ikki júst í samsvari við sjálvsfatanina hjá týska fólkinum.
Ballack er vónin
Týska landsliðnum anno 2008 stendur 48 ára gamli Joachim Löw á odda fyri. Á nógvum økjum er talan um fólk, sum fá feløg beinleiðis vildu sagt nei-takk til. Men sum berandi kraft er tað bara Ballack, sum veruligt álit kann setast á.
Og skal ein vón finnast um um eitt væl eydnað týskt endaspæl, so er tað í avrikunum hjá júst Ballack seinasta hálva árið ella so. Fyrsta hálva annað árið í Chelsea var tilveran alt annað enn løtt millum hinar mega-stjørnurnar í Chelsea. Og ikki minst tóktist samspælið við Lampard at geva trupulleikar. Men síðani ársskiftið hevur formkurvan mest sum verið lodrøtt uppeftir, og tað fær týska fólkið at hugsa um sama Ballack, sum í 2002 leiddi týska landsliðið fram til HM-finaluna. Eina finalu, har Ballack tó sjálvur var leikbannaður.
Og so er tað ein fyrimunur fyri Týskland, at Ballack var skaddur fyrsta partin av enska kappingarárinum. Tað gevur honum møguleikan at vera tað lítla pettið frískari og feskari enn fleiri av hinum stjørnunum, og tað kann gera avgerandi munin. Við einum Ballack í toppformi er øll orsøk at halda, at Týskland kann koma langt hesaferð. Uttan sama Ballack í toppformi er vandin hinvegin, at Löw fer sama veg, sum Völler og Ribbeck eru farnir seinastu EM-endaspølini.
---
Týskland
1 Jens Lehmann
2 Marcell Jansen
3 Arne Friedrich
4 Clemens Fritz
5 Heiko Westermann
6 Simon Rolfes
7 Bastian Schweinsteiger
8 Torsten Frings
9 Mario Gómez
10 Oliver Neuville
11 Miroslav Klose
12 Robert Enke
13 Michael Ballack
14 Piotr Trochowski
15 Thomas Hitzlsperger
16 Philipp Lahm
17 Per Mertesacker
18 Tim Borowski
19 David Odonkor
20 Lukas Podolski
21 Christoph Metzelder
22 Kevin Kuranyi
23 René Adler
Venjari: Joachim Löw