ST sáttmálin grundarlag undir lógarsmíði

Meginfelag teirra brekaðu eftirlýsir, at ST sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, fær størri ávirkan á lógarsmíð í Føroyum.

Meginfelag teirra brekaðu eftirlýsir, at ST sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, fær størri ávirkan á lógarsmíð í Føroyum.

 

Tóra við Keldu skrivar í lesarabrævi, sum kann lesast her, at ST nevndin, ið varðar av sáttmálanum, hevur givið Føroya Landsstýri boð um at arbeiða málrættað við fleiri ítøkiligum tilmælum og at fáa tey í rættlag.

 

Fyrst og fremst er talan um tvey tilmæli.

Í fyrsta lagi fýlist nevndin á, at eingin yvirskipað ætlan er fyri brekøkið í Føroyum. Nevndin heitir tí á Føroya Landsstýri, um at leggja eina miðvísa og neyva ætlan fyri økið og fyri, hvussu sáttmálin skal setast í verk.

 

Í øðrum lagi fýlist nevndin á, at ST-sáttmáling um rættindi teirra, ið bera brek, enn ikki klárt og týðiliga er runnin saman lógarverkið í Føroyum. Tóra við Keldu skrivar, at tilmælið frá nevndini er, at sáttmálin til eina og hvørja tíð verður grundarlagið undir lógarsmíði í Føroyum.

- Munur er nevniliga á, tá ið ST-sáttmálin verður nýttur sum grundarlag fyri lógarsmíði, og tá arbeitt verður soleiðis, at nóg mikið er, bara tað ikki er í mótstríð við sáttmálan. Um sáttmálin er grund fyri lógarsmíði, so er hann runnin saman við andanum í sáttmálanum, skrivar Tóra við Keldu.