Støðu­fast­ir meist­arar

Um sama mundið, sum tað gekk av skrið­uni hjá Eik Banka, vendi havn­a­­r­­fel­­ag­­ið HB aft­ur­­gongd og stagn­a­ti­ón til fram­­gongd og legði seg við sigr­i­­num á NSÍ í Gundadali leyg­­ar­­dag­in á fremsta plássið í Vod­a­­fone­deild­ini.

Menninir á ovastu rók í HB eru varp­­aðir á dyr, og nýggjur mað­ur settur at stjórna besta liðnum hjá fel­ag­num. Tað er IKKI Jørn As­t­rup Hansen, tí hann er sett­ur at stjórna Eik gjøngum brot­a­­sjógv­­ar­nar, sum hava kosta parta­eig­ar­u­num mill­i­ard­a­upp­­hæddir.
So galið er tað kortini ikki hjá HB.
Havnarfelagið er í øllum før­um ítrótt­ar­liga stabilt - ella støð­u­fast - og við Eik - nú al­i­as Fin­ans­i­el Sta­b­i­l­i­tet sum spon­s­ori, so kann tað ikki ganga gal­ið móti fugl­firð­ing­um og B36.
Kanska vit fáa eitt fíggj­ar­liga støðu­fast meist­ar­a­­l­ið seinni í mánaðinum - tá sjálvur Platini kemur at handa gullmerkini...