Flogbóltur
Hóast føroysku flogbóltskvinnurnar júst høvdu verið fyri greiðum tapi móti Luksemburg, og harvið høvdu útspælt sín leiklut í EM-undankappingini, so var tað ein væl nøgdur flogbóltsformaður, sum gjørdi sínar viðmerkingar um kappingina, meðan menn longu vóru farnir í gongd við at taka taraflex-undirlagið av hallargólvinum á Hálsi.
- Eg haldi, at vit til samans hava havt á leið 150 fólk í sving hetta vikuskiftið. Og sjávlandi hava nógv eisini arbeitt við hesum undan vikuskiftinum. Og tað hevur riggað somikið væl, at tað hevur ikki eina tí einastu ferð verið neyðugt hjá okkum at ringt eftir nøkrum persóni, tí tann og tann smáluturin hava vantað. Tað hevur gingið sum eitt klokkuverk, og hetta er eitt tiltak, sum øll tey føroysku flogbóltsfeløgini hava staðið saman um og fingið at rigga.
- So hjá okkum er hetta heilt einastandi. Tað er stuttligt at standa sum fyriskipari, tá undirtøkan er somikið góð, sum hon hevur verið. Og tað hava vit eisini fingið at vita frá fleiri av hinum luttkarunum, har summi siga, at hetta hevur verið tann best fyriskipaða undankappingini yvirhøvur, segði Magnus Tausen.
Fyrstu stigini
Og hóast Magnus eins og restin av føroysku leguni iðraði seg um, at kvinnurnar ikki spældu seg víðari. So fegnaðist hann um, at heimavøllurin avgjørt víst seg sum góð ítróttarlig íløga.
- Vit kunnu illa vera annað enn nøgd um avrikið, tí hetta er fyrstu ferð, at vit vinna nakað sum helst í slíkari undankapping.
- Men heilt erliga, so var eg sjálvandi vónbrotin í gjárkvøldið, har vit taptu ein dyst, sum kundi koppað báðar vegir. Í kvøld móti Luksemburg eru tær nokk betri enn okkara, so har var ikki tað heilt stóra at gera. Men vit síggja samstundis, at vit hava gongd í tí rætta, so tað er virkuliga stuttligt at hyggja eftir.
Og tað at liðið hesa ferð vinnur tveir dystir. Er tað ikki tekin um, at talan er um góða íløgu, tá spælt verður á heimavølli?
- Tað loysir seg. Vit hava fingið øgiliga góðan stuðul frá áskoðarunum, sum bæði leygar- og sunnudagin skaptu ein fantastiskan stemning. Og spælararnir vilja eisini sleppa at spæla á heimavølli. Tær vilja sleppa at vísa fólki, hvat tær duga, og tað hevur føroyskur flogbóltur ikki veruliga havt møguleikan til síðani Oyggjaleikirnar í 1989. So hetta hevur verið spennandi upp á nógvar mátar.
Taka gjarna av aftur
Hóast Magnus ikki vil seta tøl á enn, nú allar inntøkur og útreiðslur ikki eru endaligar uppgjørdar, so er eingin loyna, at tað er stórt tak fíggjarliga, tá slík undankapping verður skipað í Føroyum.
Men góða úrslitið – bæði ítróttar- og fyrisitingarliga – tykist avgjørt hava gjørt sítt til, at Flogbóltssambandið er til reiðar at átaka sær líknandi avbjóðing aftur.
- Fyrisitingarliga haldi eg vit hava prógvað, at vit til eina og hvørja tíð kunnu átaka okkum uppgávuna. Fíggarliga fáa ikki reiðiliga svarað enn, nú alt ikki er uppgjørt. Men tað er sjálvandi so, at kostnaðurin av einum slíkum tiltaki tá skal vigast ímóti tí, sum tað kostar, um lið skulu sendast av landinum ístaðin, tí tað er avgjørt ikki ókeypis. Men eg haldi, at tað er einki, sum forðar okkum fyri at fara undir eitt slíkt tiltak einaferð afturat.
- So er bara spurningurin, hvørji krøv verða sett í framtíðini. Vit fingu undantaksloyvi hesaferð, og tað er ikki víst, at vit eisini fáa tað eina aðra ferð. So tú kanst siga, at tað er eitt stórpolitikiskt í so máta. Vilja vit hava altjóða flogbóltskappingar í Føroyum, so mugu vit hava karmarnar, sigur formaður í Flogbóltssambandinum.