Støðugt arbeiði og økt inntøka

Ruskplássið í Viku verður nú gjørt um til eitt endurnýtsluvirki. Tað merkir, at húsarhaldsruskið í framtíðini skal skiljast.

Kommunutíðindi

Í frágreiðingini hjá Nes kommunu til roknskapin fyri 2001, sum vit vístu til í trimum blaðgreinum í blaðnum í gjár, er eisini ein partur, sum í stuttum lýsir gongdina hjá skipum og virkjum í kommununi.
Her fegnast bygdaráðið um, at verandi virkir høvdu eitt gott ár í 2001, tí hetta hevur givið arbeiðsfólkinum á landi støðugari arbeiði og økta inntøku. Sama kann sigast um sjófólkið í kommununi, sum eisini hevði eitt gott ár í fjør.
- Saman við øðrum arbeiðsplássum, eru virkir og skip tað fíggjarliga grundarlagið
undir rakstrinum hjá okkum, verður sagt í frágreiðingini.
Víst verður í hesum viðfangi á, at partafelagsskatturin hjá kommununi øktist í fjør.
Áhugin at byggja nýggj virkir er stórur, og í 2001 vórðu tvey virkir bygd
norðanfyri ferjuleguna.
Útróðurin hjá bátunum, sum eru heimahoyrandi í Nes kommunu, hevur eisini eydnast væl og allir egningaskúrarnir, sum kommunan eigur omanfyri virkið hjá Fiskavirking, eru útleigaðir.


Rusk og umhvørvi

Ruskplássið í Viku, sum bert er ætlað til húsarhaldsrusk hjá borgarunum í kommununi, verður nú gjørt um til eitt endurnýtsluvirki. Tað merkir, at ruskið í kommununi skal skiljast og endurnýtast.
Nú arbeiði verður gjørt, eru ruskbingjurnar settar uttanfyri girðingina og niðari á økinum.
Annars hevur ruskplássið verið opið allar yrkadagar frá kl. 8 á morgni til kl. 17 seinnapartin. Leygardag hevur verið opið frá kl. 13 til 16.
Skipanin er, at kommunan í hvørjum ársfjórðingi fær tillutað eina ruskkvotu frá IRF.
Er nøgdin av ruski størri enn kvotan, rindar kommunan eyka fyri hvønn rúmmetur av ruski.
- Tí er neyðugt at leggja ruskið væl saman, soleiðis at tað rúgvar minst møguligt,
verður sagt í frágreiðingini.