Óstøðugt vikuskifti

- Tað verður óstøðugt veður um vikuskiftið, og síðani kemur kuldi, sigur veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen.

Í morgin kemur eitt djúpt lágtrýst inn yvir oyggjarnar, og førir hetta við sær, at tað verður ælaveður allan leygardagin.

- Men tað verður kortini lýtt í morgin – millum 9 og 12 stig, lovar Petur.

Sunnudagin verður hann vestan og útsynningur í ættini, og tá verður helst turt.

Út á mánadagin verður hann meiri útsynningur í ættini, við ælaveðri og sólarglottum og tað verður heldur kaldari, kanska niður í 4 til 7 stig.

Somu hitastigini halda fram týsdagin og mikudagin, tá Petur eisini væntar vátasletting og 3 til 7 stig.