ST umhugsar framvegis Gaza-kanning

Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, hevur ikki slept hugskotinum um eina altjóða kanning av tilburðinum, tá ísraelski herflotin steðgaði nøkrum skipum, sum vóru á veg til Gaza við ymsari neyðhjálp. Tilburðurin kravdi níggju mannalív.

Talsmenn fyri ST siga, at aðalskrivarin tingast við teir fimm føstu limirnar í trygdarráðnum um hugskotið.

Ísraelska stjórnin setti í gjár eina óhefta nevnd at kanna, hvat hendi, og stjórnin hevur sagt, at altjóða eygleiðarar kunnu fylgja við arbeiðinum hjá nevndini.

Amerikanska stjórnin sigur, at ísraelska kanningin er eitt týðandi stig, men Turkaland og teir palestinsku myndugleikarnir siga tað vera púra burturvið, at Ísrael skal kanna sínar egnu gerðir.