ST á vegamóti

Oddagrein

Altjóða felagskapurin Sameindu Tjóðir er komin á eitt vegamót. Felagskapurin er, um ikki í kreppu, so í álvarsomum trupulleikum. Atgerðarloysi, fíggjarligir trupulleikar og korruptión hava merkt stovnin seinastu árini. Hetta er almikið spell, tí heimurin kann heilt einfalt ikki vera ST fyriuttan. Hóast nevndu trupulleikar er ST hóast alt tann stovnur, ið er best skikkaður at varðveita heimsfriðin og at veita humanitera hjálp, tá tær stóru vanlukkurnar raka. Fyrisitingarliga leiðslan í ST við Kofi Annan á odda hevur eisini víst ein sterkan vilja at rudda upp í óskilinum og ST er aftur á beinari kós.

ST stendur og fellur við tí stuðli og uppbakking, ið stovnurin fær frá stórveldunum. Tey fyrstu mongu árini høvdu vestanveldini tað stóra orðið at siga í ST. ST gjørdist meira og minni eitt amboð hjá vestanveldunum, serstakliga USA í kalda krígnum. Koreakríggið er var eitt gott dømi um hendan leiklutin hjá ST. Men avkolonialiseringin í sekstiárunum gjørdi, at stórpolitiska javnvágin í ST broyttist. Fleiri av nýggjum londunum myndaðu saman við India, Egyptalandi, Indonesia og Jugoslavia ein uttanveltaðan blokk í ST, ein blokk, sum hvørki vildi akta USA ella Sovjet. Ein politisk fylgja av hesum var, at USA ikki longur hevði tann stóra áhugan í ST. Ein onnur fylgja av hesi støðu USA var, at stórveldið sýtti fyri at rinda ST limagjald og hevur tískil verið í eftirstøðu í áratíggjur. Hetta var ein løgin støða, sum Clintonstjórnin royndi at koma USA burturúr. Ein avtala um skuldina hjá USA til ST var um at koma uppá pláss, tá forsetaskiftið varð og so kom steðgur í. Síðan eru viðurskiftini millum ST og USA bert versnað.

Støðan er vernsað enn meira eftir, at Bush forseti hevur tilnevnt Bolton til umboðsmann USA í ST. Bolton er tiltikin fyri at vera beinleiðis ímóti ST. Hann metir ST sum eitt amboð hjá fíggindum USA, og hann heldur onga orsøk vera til, at hesin stovnur skal vera staðsettur í USA. Hann hevur ta principiellu áskoðan, at týðandi heimspolitiskar avgerðir eiga at verða tiknar av stórveldunum uttanum ST. Hann kann ikki fyrigeva ST, at hesin heimstovnur var ímóti krígnum í Irak. Hann er hart ímóti, at USA skal rinda sína skuld til stovnin og hann dylur ikki fyri síni vanvirðing fyri ST og øllum tí, sum ST stendur fyri. Hetta er mikið spell, tí ST er sum nevnt inni í eini sera týðandi menning, og stórar bygnaðarbroytingar standa fyri framman. Alt nakað, sum skal nútímansgera ST og menna felagskapin til tann týðandi leiklutin sum heimsins mætasti humaniteri og friðarvarðveitandi stovnur. At Bush hevur tilnevnt Bolton til ST umboðsmann er eitt syndarligt signal, sum sigur, at USA framvegis ætlar at niðurgera og vanvirða hendan sera týdingarmikla stovnin. Tað er mikið spell og hartil ein stór skomm fyri landið, ið stendur sum fyrimyndin hjá mongum frælsis- og friðarelskandi europearum.
Sosialurin