Stívrenda kósin heldur fram

Danski forsætisráðharrin heldur fram við stívrendu kósini, hann legði lunnar undir fyri kortum. Fullveldið kostar. Ynskja føroyingar fullveldið, ja, so skal blokkurin avviklast eftir trimum til fýra árum

(Keypmannahavn) Danska stjórnin er ikki vikað ein tumma síðani fyrireikandi rumbulfundin herfyri. Á fólkatingsins røðarapalli í gjár sló danski forsætisráðharrin rimmar fast, at velja føroyingar fullveldið, so kostar tað búskaparliga. Tað merkir beinleiðis, at blokkstuðulin skal avviklast eftir bara trimum ella fýra árum.

Danski forsætisráðharrin legði dent á, at stjórnin vónar, at føroyingar verða í ríkisfelagskapinum, soleiðis at vit hava tríggjar partar á jøvnum føti: Danmark, Føroyar og Grønland.

Men eg havi so mangan sagt, at tað eru føroyingar sjálvir, ið gera av, hvørt teir vilja hava fullveldið ella ikki. Tað skal bara vera púra greitt, at skal eitt sjálvstøðugt land føra ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, so nyttar ikki við stuðli úr øðrum londum. Tað má viðkomandi land megna sjálvt. Og tað merkir aftur, at Føroyar ikki skulu vænta búskaparligan stuðul úr Danmark, segði Poul Nyrup Rasmussen.


Ræði í uttanríkismálum

Okkurt nýtt kom fram í røðuni hjá danska forsætisráðharranum. Hann segði millum annað, at velja føroyingar eitt rúmari sjálvstýri innan ríkisfelagskarmarnar, so eru møguleikarnir nógvir. Millum annað kann løgmaður fáa fult ræði í uttanríkismálum, sum viðkoma Føroyum. Til ber eisini hjá føroyingum at fáa fult ræði á økjum sum dómsvaldi, politivaldi, familju- og almannamálum og líknandi, ynskja føroyingar tað.

- Men eg skal bara undirstrika, at so hvørt málini verða yvirtikin, so taka føroyingar eisini búskaparligu ábyrgdina av hesum økjum, segði forsætisráðharrin.

Undan samráðingunum við donsku stjórnina hevur landsstýrið borið ótta fyri, at danska stjórnin, við stuðuli úr fólkatinginum, fór at koma við sínum egna alternativa uppskoti til sjálvstýrisloysn. Tað var júst hetta, ið hendi í 1948, tá ætlanirnar um fullveldi endaðu við Heimastýrislógini. Men Poul Nyrup Rasmussen segði í røðu síni í gjár, at tað kemur onki alternativt uppskot frá dønum.

-Vit samráðast út frá einum einsata uppskoti, og tað er landsstýrisins upplegg, segði forsætisráðharrin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við sjálvstýrismálum, fegnast um, at danska stjórnin ikki kemur við nøkrum alternativum uppskoti. Hann heldur, at nú veit landsstýrið, hvørjum samráðst verður út frá.

Men Høgni Hoydal heldur lítið um lyftið hjá forsætisráðharranum um, at Føroya løgmaður skal fáa fult ræði í uttanríkismálum.

- Hatta loysir onki. So leingi vit ikki hava fullveldið, liggur evsta valdið í Danmark, og ikki í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.Men formanni javnaðarfloksins, Jóannesi Eidesgaard, dámar væl útspælið hjá Poul Nyrup Rasmussen.

- Hatta vísir bara, hvussu rúmar ræsur vit í veruleikanum hava innan ríkisfelagskarmarnar. Okkum nýtist ikki fullveldið, sigur hann.


Missa blokkin kortini

Framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratiska flokkinum bresti eina bumbu í fólkatinginum. Hann segði, at uttan mun til um føroyingar velja fullveldið ella størri sjálvræði innan ríkisfelagskarmarnar, so verður blokkstuðulin tikin av. Hetta hóvar landsstýrismanninum við sjálvstýrismálum.

- Hatta undirbyggir jú, at vit tað sama kunnu taka fullveldið. Tað kostar tað sama sambært framsøgumanninum hjá sosialdemokratunum, Jan Petersen, sigur Høgni Hoydal.


Nyrup bað um umbering

Á fólkatingsins røðarapalli í gjár bað Poul Nyrup Rasmussen føroyingar um umbering fyri, at teir í fjølmiðlunum hava verið gjørdir til eina útreiðslu fyri danska ríkiskassan.

- Mongu føroyingarnir í Danmark eru ongin útreiðsla, beint øvugt. Føroyingar eru millum annað eitt stórt tilfeingi í donsku fiskivinnuni, og vit eru sum heild ógvuliga fegin um at hava føroyingar í Danmark. Útrokningin, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum, og sum hevur gjørt føroyingar upp í tølum, var ikki ætlað at seta niður á føroyingar, men skuldi bara vera ein útrokning av mongum, segði danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen.

Orðaskiftið í fólkatinginum var ikki liðugt, tá blaðið fór til prentingar.