Staðfestu støðuna

Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum, sum varð hildin um vikuskiftið, stuðlaði politisku gongdina hjá flokkinum. Fundurin metti eisini, at gjaldið at ferðast um vágatunnilin var ov høgt

LANDSFUNDUR

Um vikuskiftið helt Fólkaflokkurin landsfund í Havn. Árligi landsfundurin varð skipaður sum teir undanfarnum við politiskum kjaki og einum gestarøðara.
Óli Breckmann, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, greiddi frá politisku gongdina seinasta árið. Løgtingsvalið og hendingarnar í sambandi við nýggju samgonguna fyltu størsta partin.
Sambært heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum legði Óli Breckmann eisini stóran dent á at lýsa búskaparpolitisku gongdina seinastu tíðina og í hálvfemsunum.
Til eitt tílíkt høvi kann heldur ikki sleppast undan at nevna tann so kenda skattalættan.
?Eingin hevur nakrantíð klárað at spart seg til ein skattalætta, segði Òli Breckmann.

Heilsuverkið væl fyri
Gestarøðari á fundinum var Tummas í Garði. Hann er fólkafloksmaður og var uppstillaður fyri flokkin til seinasta løgtingsval, men hann er eisini narkosu- og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Evnið í røðu hansara var heilsuverkið.
Sambært heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum víst Tummas í Garði á, at gongdin innan heilsuverkið í Føroyum var positiv.
Tað gongur betur. Færri fólk doyggja á bíðilistum. Heilsuverkið gerst betur og betur, men vit hoyra dagliga, at heilsuverkið gerst verri og verri, segði Tummas í Garði millum annað.
?Vit hoyra áhaldandi: Tað er væntandi ella ov lítil játtan, sum er orsøkin til elendigheitina. Hetta passar ikki.
Um játtanin verður hækkað 20% fáa vit neyvan 20% betri heilsuverk, sigur Tummas í Garði.
Sambært Tummasi er politiski trupulleikin, at einki tamarhald er á forbrúkinum í sjúkrahúsinum.

Strangari útlendingapolitikk
Annars fór tað mesta av tíðini á landsfundinum við, at ymisk fólk sluppu framat at siga sína hugsan.
Fólkafloksungdómur hevði millum annað orðið. Í tí felagnum kundu limirnir hugsað sær at sæð strangari lógir á útlendingaøkinum.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði fleiri reistir orðið á fundinum. Hann greiddi sínum partamonnum frá gongdina og einamest nýggju samgonguni. Hann nevndi, at tann nýggja danska stjórnin var nógv betri at tosa við um yvirtøkur enn hon hjá Poul Nyrup Rasmussen.
?Bólturin liggur hjá okkum, segði løgmaður.
Áhugavert er eisini at leggja til merkis, at løgmaður helt fyri, at níggju ráð eru ov nógv. H
?Hetta var kortini neyðugt fyri at fáa kabalina at ganga upp, sigur Anfinn Kallsberg.
Málið um vágatunnilin kom eisini fyri dagin á landsfundinum. Semja var um, at kostnaðurin fyri at ferðast í tunlinum var ov høgur. Fólkaflokkurin ætlar sær á fund við nevndina í P/F Vágatunnilin at kunna seg meira um málið.