- Onkur vil vera við, at vit eru heppin, at tað akkurát er tú, sum situr við hesum málsøki sum landsstýriskvinna, tí tú hevur tað sum aðalmál at verja náttúruna, segði Jóannes Johannessen.

Staðsetingin er óðamannaverk

- Okkara mótmæli er als ikki ímóti vindmyllum, ei heldur ímóti grøna orkuskiftinum, men eina og aleina móti staðsetingini, segði miðstovubóndin, tá hann handaði Ingilín Strøm undirskriftir og kæru

- Onkur vil vera við, at vit eru heppin, at tað akkurát er tú, sum situr við hesum málsøki sum landsstýriskvinna, tí tú hevur tað sum aðalmál at verja náttúruna, segði Jóannes Johannessen.

Tá Jóannes Johannessen, Jóannes í Miðstovuni róptur, í dag handaði landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín Strøm, undirskriftir og kæru um staðseting av vindmylluætlanini í Klivaløkshaga á Sandi, vísti hann á, at avgerðin liggur hjá landsstýriskvinnuni.

 

- Avgerðin er tín - tú og tey fólk, sum tú hevur rundan um teg - sita við miklum valdi og avgerðarrætti.  Tað krevur skil og skynsemi og varisligar hendur at viðgera slík álvarsmál.

 

Og hann helt fram:

 

- Onkur vil vera við, at vit eru heppin, at tað akkurát er tú, sum situr við hesum málsøki sum landsstýriskvinna, tí tú hevur tað sum aðalmál at verja náttúruna.

 

Livst, so spyrst, legði Jóannes í Miðstovuni aftrat.

 

- Vit eru komin fyri at handa tær sum avvarðandi landsstýrisfólki eitt grundgivið mótmæli ímóti hesi verkætlan, og haraftrat eru stívliga 1000 undirskriftir frá fólki í sandsbygd, úr Sandoynni og úr øllum Føroyum.

 

Hann segði, at mótmæli er als ikki ímóti vindmyllum, ei heldur móti grøna orkuskiftinum, men eina og aleina móti staðsetingini, sum miðstovubóndin vegna tey mótmælandi legði dent á.

 

- Henda staðseting má sigast vera óðamannaverk. Tað er vísindaliga prógvað, at her er ein serstøk vistskipan, serstakliga margfelt fugla-og pantulív - ja, her eru fleiri sløg, sum ikki finnast aðrastaðni í Føroyum.

 

Jóannes í Miðstovuni segði, at undirskriftir og kæra tískil eru eitt neyðarróp til hægsta myndugleika landsins og til alla ta politisku skipanina frá fólki í sandsbygd, sum hetta fyrst og fremst rakar.

 

- Hetta er samstundis eitt neyðarróp um, at tað eru økir um allar Føroyar, sum krevja serliga verju, segði hann.

 

Hann legði aftrat, at eitt av hesum økjum er økið rundan um Sandsvatn, økið kring Gróthúsvatn og økið yvir um fjøll til Søltuvíkar. 

 

- Henda verkætlan verður kallað Klivaløkshagi, men tað verður ikki bara Klivaløkshagi, sum verður ávirkaður av hesi verkætlan. Tí, fyri at koma til Klivaløkshaga skal ein 3,5 kilometra langur motorvegur leggjast av Krókafossum suður gjøgnum fjallshagar - ja, seks í tali, og her eru nógv vátlendi.

 

Jóannes í Miðstovuni vísti síðan á sjálva vindmylluverkætlanina og segði, at síðan skulu sjey monstur av vindmyllum reisast, og hesar koma at liggja umleið ein kilometur í luftlinju frá bygdini á Sandi.

 

- Vit seta okkara álit á teg sum landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, at grønt orkuskifti skal verða grønt í verki - og ikki bert í orðum.

 

At enda legði miðstovubóndin dent á, at tað er Ingilín Strøm - tú, sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum - sum hevur avgerðarrættin, um henda verkætlan skal gjøgnumførast sum ætlað - ella um verkætlanin skal staðsetast aðrastaðni.

 

Her eru 14 myndir frá handanini í dag av undirskriftum og kæru - https://www.in.fo/news-detail/myndir-sandoyingar-motmaela-stadseting-av-vindmyllulund

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Onkur vil vera við, at vit eru heppin, at tað akkurát er tú, sum situr við hesum málsøki sum landsstýriskvinna, tí tú hevur tað sum aðalmál at verja náttúruna, segði Jóannes Johannessen.