Stak friðarligt á G!

Løgreglan hevur einki stríð av G!, sum eisini hevur fingið rættiligan fjepparaskara í Týsklandi, har G! verður útvarpað beinleiðis

 

- Tað hevur verið stak friðarligt.

Soleiðis ljóðar stutta og greiða skoðsmálið, løgreglan gevur G! festivalinum higartil.

Løgreglan sigur, at treyðugt so slepst ikki undan óhappum og snuddum, tá ið so nógv fólk koma saman í veitslu.

Men har hevur einki verið, sum hevur áhugað hjá løgregluni.

Løgreglan heldur, at tað eru fyriskipararnir, sum eiga ein stóran part av heiðrinum fyri tað.

- Tað er okkara fatan, at G! Festivalurin er serstakliga væl fyriskipaður við vaktum at halda skil á, og samarittum at hjálpa teimum, sum koma illa fyri, sigur løgreglan.

 

- Samstundis er løgreglan eisini til staðar.

 

Onkur harðskapur var kortini og í hesum samabandi kom ein myndamaður fram á tveir mans, sum fóru til hendurs og ein maður varð sligin í andlitið so at blóðið stóð úr nøsini.

Á myndini er tað løgreglan, sum  tosar við mannin, sum sló.

Í einum tíðindaskrivi frá G! í morgun, tekur nevndarforkvinnan í G! Grunninum, Sigvør Laksá, táttin upp


 

- Púra erliga, so haldi eg, at hetta higartil er besti festivalur, eg nakrantíð havi verið á, sigur hon.

 

- Veðrið, hýrurin og dygdin á framførslunum gingu upp í eina hægri eind ígjøgnum allan dagin, har serliga Eivør rúnabant fjøldina í Syðrugøtu, leggur hon afturat.

 


Í kvøld er endabresturin og floglíkindini vildu tað soleiðis, at øll tey, sum skulu syngja og spæla, eru komin til landið og eru til reiðar at fara á pallin.


 

Í kvøld verða tað, eitt nú donsku Nephew, íslendska Ásgeir Trausta, donsku Laid Back og stóra sangløta við Eivør, Teitur og Konfekt, sum er á skránni og tilsamans vera eini 20 framførslur á G! Festivalinum í dag.


 

Og veðrið, tað verður ikki betri enn tað sama til ein uttandura festival. Veðurstøðirnar siga, at tað verður at kalla stilli og turt og kanska sól, ella sólglottar fyrra partin av degnum til út á seinnapartin.

 

G! røkkur eisini av álvara út um landoddarnar við tað, at týska útvarpsstøðin í Bayern, BR, sendi beinleiðis úr Gøtu til eina hálva millión lurtarar.

 

Í kvøld sendir ungdómsrásin BR Puls í tveir tímar beinleiðis frá G! Festivalinum.

 

Og okkara egna Rás2 sendir eisini av G! í dag í fimm tímar, frá klokkan 14 til 19, har Barbara Holm og Evi Tausen, eru vertir.