Stak friðarligt vikuskifti

Løgreglan hevur havt eitt stak friðarligt vikuskifti.

 

Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Men annars fór løgreglan aftur í náttt undir eitt miðvíst átak ímóti harðskapi, og í hesum sambandi vóru seks politistar at síggja til gongu í miðbýnum í Havn um fýratíðina í nátt. Tað er tá, skeinkistøðini lata aftur og í tí sambandi tyrpist nógv fólk í miðbýnum.

 

Og tað er ofta um tað mundi, at trupulleikar stinga seg upp. Tí er løgreglan javnan at síggja í miðbýnum hesa tíðina, tí tey ivast ikki í, at tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk.

Men skuldi fólk komið til ilnar, er tá eisini skjótari at koma ímillum og skilja sundur, áðrenn skaði hendir.