Stakk vinmann: Tveir mánaðir inn at sita

Ein 54 ára gamal maður bleiv í Føroya rætti í dag funnin sekur fyri at hava stungið ein annan mann. Dómarin dømdi mannin sekan eftir §245 í revsilógini um vandamiklan harðskap. Dómarin dømdi tann ákærda til átta mánaðir fongsulrevsing, harav seks teirra eru treytaðir. Harumframt er viðkomandi dømdur til 120 tímar samfelagstænastu.


Tað var í september í ár, at tað sum skuldi vera eitt hugnaligt kvøld við tveimum vinarpørum, endaði við, at eini maðurin stakk hin í búkin við einum knívi.


Frágreiðingarnar um júst hvat hendi hetta kvøldið eru merktar av, at allir partar høvdu drukkið, og tí var ymiskt hvussu tey mintust kvøldið. Kvøldið byrjaði við, at pørini ótu døgurða saman, áðrenn farið var inn í stovuna, har hildið var á við at drekka.


Um ellivu tíðina valdi konan hjá tí, ið bleiv stungin, at fara heim, meðan restin helt fram. Um tvey tíðina sovnaði hin konan á sofuni, og var tað tá, at áfast bleiv millum teir báðar vinmenninar.


Tann nú dømdi maðurin, var fyri nøkrum árum síðan partur í eini ferðsluóhappi, ið hevur gjørt, at hann í dag er fyritíðar pensjonist. Hann greiddi í rættinum frá, at hann hetta kvøldið hevði sitið ov leingi, og reisti hann seg tí fyri at strekkja seg, tá vinmaðurin brádliga reisti seg, bannaði eftir honum og sló hann í bringuna, so at hann datt niður í sofuna. Síðan leyp vinmaðurin á hann og helt honum niðri við eina knænum.


Víðari greiddi hann frá, at hann megnaði at sleppa undan vinmanninum og inn í køkin. Vitandi at hann fór at tapa, um teir fóru til hendurs, greiddi ákærdi frá, at hann var bangin fyri, at gerast enn meira lamin. Inni í køkinum fekk hann tí fatur á einum knívi. Nú tá hann føldi seg eitt vet meira tryggan, valdi hann at finna vinmannin og blaka hann á dyr, tí hann var bangin fyri, hvat vinmaðurin kundi finna upp á at gera.


Við knívinum í slíðra møtti hann vinmanninum í stovuni, og bað hann sleppa sær út. Tað bleiv aftur áfast teirra millum, og endaði tað við, sambært ákærda, at vinmaðurin tók um hálsin á honum og byrjaði at kvala hann. Tað var tá, at hann tók knívin úr slíðranum og stakk vinmannin. Ákærdi greiddi frá, at hann royndi at raka hann í síðuna, so at skaðin var sum minst, men rakti hann kortini í búkin.


Tann stungni greiddi eisini frá hendingini hetta kvøldið. Hann mintist ikki kvøldið serliga væl, men segði, at tann ákærdi hevði verið í ringum lag alt kvøldið. Hann greiddi frá, at tann ákærdi hevði reist seg hóttandi úr sofuni, og at hann tá hevði skumpað hann niður aftur. Hann minnist einki til, at hann helt honum niðri aftaná.


Eftir hesa hending bleiv hann bangin, og avgjørdi at sleppa sær út, men vildi hava konuna hjá tí ákærda og einu dóttur teirra, ið svav í húsinum, við sær, tí hann visti ikki hvat tann ákærdi kundi finna uppá. Tá hann hevði latið seg í klæðini og royndi at fáa hini út, møtti hann tí ákærda aftur. Hann minnist einki til nakran samanbrest tá, og greiddi frá, at tað var ikki fyrr enn hann tók knívin úr búkinum, at hann sá knívin.


Merkisvert var, at ofrið gjørdi fyri dómaranum greitt, at hann vónaði ikki, at vinmaðurin bleiv revsaður, og at hann metti, at hann sjálvur átti ein part av skyldina fyri tí, ið var hent hetta kvøldið.


Tann ákærdi greiddi frá, at so skjótt hann hevði stungið vinmannin, skilti hann hvat hann hevði gjørt og bað um umbering, meðan vinmaðurin segði, at tað hevði einki upp á seg, og at hann ikki noyddist at fara á sjúkrahúsið. Tveir løgreglumenn, ið komu á staðið, greiddu eisini frá, at tann ákærdi bað fleiri ferðir um umbering fyri tað hann hevði gjørt, men at talan var um so djúpt og breitt sár, at innvølirnir hjá tí stungna manninum vóru á veg út.


Ákæruvaldið kravdi, at tann ákærdi bleiv dømdur til 6-8 mánaðir treytaleysa fongsul, tí grundarlag var at døma hann fyri vandamiklan harðskap í samsvar við §245 í revsilógini. Talan var um ein 14-15 cm langan knív, ið kundi elva til stóran skaða og sárið var 2-3 sentimetrar breitt. Tann stungni varð eisini innlagdur á sjúkrahúsið í eina viku eftir álopið. Harumframt metti ákærin ikki, at grundarlag var fyri hjá tí ákæra at halda, at hann var í lívsvanda, tá ið hann stakk vinmannin, tí eingin prógv vóru fyri, at hann nakrantíð var í lívsvanda.


Verjin upplýsti, at tann ákærdi játtaði seg sekan í at hava brúkt knív, men at dómarin mátti taka hædd fyri umstøðunum hetta kvøldið. Viðkomandi føldi seg hóttan, eftir at hann púra óprovokeraður varð sligin í egnum heimi. Tí gjørdi hann tað, ið hann gjørdi, tí hann ynskti at steðga einum nýggjum álopi, og førdi verjin fram, at um ákærdi ikki hevði knívin, kundi endin hava verið uppaftur verri. Tí metti verjin, at talan var um sjálvverju, og at ákærdi skuldi dømast eftir §13 í revsilógini. Tá ákærdi aldrin hevur verið partur av líknandi málum fyrr og neyvan nakrantíð endar aftur í rættinum, metti verjin, at 2-4 mánaðir treytað fongsulrevsing var nokk. 

 

Dómarin dømdi sum sagt mannin fyri grovan harðskap og gav honum átta mánaðir fongsulsrevsing. Av teimum eru seks mánaðir treytaðir, sum merkir, at hann ikki skal inn at sita teir seks mánaðirnar, um hannn einki revsivert ger í royndartíðini.