Fyrsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað, verður alment løgd fram í Klaksvík mikudagin
Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av stállínuskipunum, sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu.
Søgan byrjar í 1955, tá politisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin verður stovnaður.
Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali í onnur lond.
Søgan um stállínuskipini byrjar í 1956, tí í februar tað árið, gjørdi felagið D.P.Højgaards Eftf. á Toftum sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja fyrsta línuskipið úr stáli. Talan var um ”Vesturhavið Blíða”, sum kom til Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.
Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sáttmálar um línuskip úr stáli, og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt síðani.
Fyrsta bókin snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu sær fyri at byggja línuskip.
Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri, fyri at sleppa uppí part.
Teir eru samdir um, at tað var einasta gongda leiðin, tí einki annað var at gera, enn at fara til skips.
Ein av monnunum sum tíðliga royndi seg við línuskipi er Hanus Hammer á Eiði.
Hann var kokkur við ”Vesturhavinum Blíða” hvønn túr í 1958, og greiðir frá sínum royndum:
Hann fór umborð á ”Vesturhavið Blíða” triðja jóladag í 1957, tá skipið fór á ísfiskaveiðu. Og hann minnist, at hann bert var heima eina nátt í teir fýra ísfiskatúrarnar, sum teir vóru.
”Vit fiskaðu bara undir Føroyum. Tann fyrsta túrin fiskaðu vit bert í seks dagar, so høvdu vit fingið uppí. Vit royndu vestan fyri Suðuroynna, men ein maður gjørdist sjúkur, og vit noyddust til lands. Tá var Lynfrost komið, so øll útgerðin og egndu stamparnir vórðu settir í frystigoymsluna har, meðan vit fóru niður at selja.
Tað var tann besti ísfiskatúrurin, sum vit gjørdu.
Eg havi so mangan hugsað um tað, at eg fyri teir 8 túrarnar við ”Vesturhavinum Blíða”, tjenti einar 20.000 kr. Men tann fyrsti ísfiskatúrurin gav fjórðingin av samlaðu inntøkuni, ella umleið 5.000 kr.
Eg minnist at Jákup Andrias einaferð tosaði við Júst í Túni, skipara á ”Bresti”, meðan vit lógu á Bankanum og teir vestur úr Mykinesi. Tá segði Júst, at væl av fiski var at fáa, men tað gekk ikki nóg væl at egna, so teir settu ikki nóg nógva línu. Tá svaraði Jákup Andrias, at tað er tað rætta, at seta lítið av línu og fáa nógv. So hann var eisini skemtingarsamur. Tá nýttu skipini vanliga hundrað og nakrar og tredivu stampar, men hvør stampur var ikki meir enn hálvtriðja stykki (eitt stykki er 60 favnar). Umborð á ”Vesturhavinum Blíða” høvdu vit tætthúkaða línu, einar 200 húkar á hvørjum stampi.