Stand Up við Bárði Perssyni

Í kvøld klokkan 22.00 fær miðstovan í Klaksvík forvitnisliga vitjan av Bárður Persson.

Stand Up Føroyar, ið er navnið á tiltakinum, hevur tvær tær seinastu vikurnar skapað karmar fyri stuttligum skemti, sum hevur verið væl móttikið. Í kvøld verður so fyri triðju ferð møguleiki at fáa eina stuttliga og øðrvísi byrjan uppá vikuskiftið.

- Vit kenna Bárð sum tann hysteriska mannin frá E elski Førjar og sum tann skroypiliga mammudrongin úr Moldvarpi Føroyar. Føroyameistarin í Poetry Slam 2012, Bárður Persson, verður at hoyra í kvøld í Stand Up Føroyar, umframt at pallurin er opin, boða fyrireikarnir frá.