Í Kollafirði er ikki so galið og garðurin í Fámara er sakin. Hann er kanska føroya størsti originalur og multikunstari. Hann var Hin stuttligi flokkurin. Bóndi og pedagogur. Radioverturin og hittmakarin. Filmsstjørnan og sangarin. Ja, so er hann eisini komikarin, og kostiliga finalan í Stand Up Føroyar 9. mars.
Stand up og open mic konseptið hevur verið væl móttikið, siga fyrireikarnir aftanfyri tiltakið, Stand Up Føroyar, sum hevur verið hvørt fríggjakvøld seinastu vikurnar. Tiltakið hevur verið væl vitjað og afturmeldingarnar hava somuleiðis verið góðar, tískil eru vónirnar góðar fyri einum stuttligum kvøldi, sum byrjar fríggjadagin klokkan 22.00.
Til ber at uppliva Johan í Kollafirði í Miðstovuni viðsíðunar av Leikalund í Klaksvík, fríggjakvøldið klokkan 23.00. Atgongumerku til Stand Up Føroyar kunnu keypast í Leikalund ella bíleggast á tlf. 457151. Handilin er opin (telefonin svarar) í morgin frá 13-17, boða fyrireikarnir frá.