Atfinningar
? Tað kann tykjast, sum tað er vorðið ein vani hjá politikarunum at fara illa við peningastovnunum, við øll hugsandi høvi.
So bersøgin var nevndin í Føroya Banka á aðalfundinum seinnapartin mikudagin.
Á aðalfundinum seinnapartin mikudagin leyp nevndin í Føroya Banka beint á landsstýrið og fanst í óvanliga hørðum atfinningum at framferðini hjá politikarunum ímóti peningastovnunum.
Fleiri ferðir sigur nevndin í ársfrágreiðingini hjá Føroya Banka, at framferðin hjá politikarunum ímóti peningastovnunum er óskiljandi.
?Tað tykist sum landsstýrið als ikki hevur áhuga fyri, at rímiligar treytir galda fyri peningastovnsvinnuna í Føroyum. Tað átti landsstýrið at havt, sigur Føroya Banki í ársfrágreiðingini.
Eitt stríðsmál ímillum landsstýrið og peningastovnarnar er spurningurin um at seta fiskiloyvi í veð.
? Føroya Banki vann í 2002 eitt sera prinsipielt sakarmál móti Fiskimálaráðnum.
Har var talan um, at Fiskimálaráðið tók aftur fiskiloyvini hjá skipum, sum bankin hevði kravt seld á tvingsilssølu.
? Bankin stevndi tí Fiskimálaráðnum við kravi um, at fiskiloyvini mugu fylgja við, tá skip verða seld á tvingsilssølu. akkurát sum tá ið skip verða seld í fríari sølu.
? Uttan tílíkar reglur, hevði tað verið óðamannaverk at fíggja skip, sigur Føroya banki og soleiðis er eisini fyrisitingarrætturin og konkurslógin orðað.
Bankin fekk viðhald í rættinum men hann sigur, at tað er torført at skilja, at tað skuldi vera neyðugt at við einum drúgvum og slítandi sakarmáli móti Fiskimálaráðnum, fyri at fáa staðfest eina rættarstøðu, sum átti at verið sjálvsøgd.
? Við hesum greiða dómi er hinvegin staðfest, at ognararnir kunnu ganga inn í fiskiloyvini, um reiðarin ikki klárar sínar skyldur. Hinvegin kann Fiskimálaráðið ikki leggja stein oman á byrðu við at taka fiskiloyvið aftur, bert tí reiðarin er komin í fíggjarligt óføri.
Bankin sigur, at ein náttúrlig avleiðing av hesum dómi hevði verið, at myndugleikarnir góvu loyvi til, at fiskirættindini kunnu veðsetast.
? Um so varð, høvdu tað verið pantiognarnir, ið høvdu veitt skipinum lán, sum gingu inn í fiskirættindini, og ikki trotabúgvið.
Margháttligt
Eitt annað dømi er sakarmálið, sum Elektron hevur reist móti Toll- og Skattstovu Føroya, um í hvønn mun Elektron hevur skyldu at gjalda mvgt.
Eftir lógini eru veitingarnar hjá peningastovnunum mvg fríar. Soleiðis er tað eisini í grannalondum okkara. Í Danmark og í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, merkir hetta, at veitingar, sum peningastovnarnir bjóða sínum viðskiftafólkum gjøgnum eitt felags EDV-virki, eisini eru mvg fríar.
? Tað er óskiljandi skal vera neyðugt at stevna myndugleikunum í einum máli, sum í øðrum londum ikki hevur elvt til sakarmál.
Og tað verður ikki minni margháttligt, tá ið hugsað verður um, at óbeinleiðis er eigur landsstýrið meirilutan av partapengunum í Elektron.
Tó fegnast bankin um, at í síðstuni hevur landsstýrið víst ein størri vilja til at tosa um hesi viðurskifti
Eitt hjól sum ikki kann mala
Men størstiu tvídrátturin ímillum peningastovnarnar og landsstýrið er samstarvið hjá peningastovnunum og Elektron við Pengeinstitutternes BetalingsService, vanliga nevnt PBS. Og
eisini tað er torført hjá Føroya banka at skilja .
? PBS kann best lýsast sum eitt felags EDV-virki hjá EDV-virkjunum hjá peningastovnunum. Sostatt hevur PBS avgerandi týdning fyri samskiftið millum peningastovnarnar. Eitt nú rekur PBS DAN-kortið, ella FR-kortið, sum vit nevna tað í Føroyum. PBS ger tað eisini gjørligt hjá okkum at brúka VISA-kortið í útlondum.
? Uttan PBS høvdu peningastovnarnir og Elektron staðið eftir við einum hjóli, sum ikki kann mala, sigur Føroya Banki.
Bankin sigur, at orsøkin til hesa syrgiligu støðu, er lógin um viðgerð av persónsupplýsingum, sum varð sett í gildi 1. januar 2002.
Bankin hevur sum so ongar viðmerkingar til sjálva lógina .
? Hon víkir helst ikki munandi frá samsvarandi lógum í øðrum londum. Men ásetingin um, at persónsupplýsingar sum meginregla skulu goymast og viðgerast í Føroyum, fer uttan iva at elva til trupulleikar, og tað ikki bert hjá peningastovnunum.
? Tað er heilt einfalt neyðugt at gera frávik frá hesu reglu. Tá lógin serliga gevur peningastovnunum og Elektron trupulleikar, so er orsøkin álitið, sum rættarnevndin skrivaði, tá lógaruppskotið varð viðgjørt í løgtinginum. Álitið viðger einvíst peningastovnarnar, og tað tykist, sum nevndin ikki hevur hugsað um málið út í æsir.
Bankin sigur, at álitið og kunngerðin, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum síðan staðfesti, er eitt tekin um ein hugburð millum politikarar, sum vekir stúran hjá peningatovnunum.
? Tað kann tykjast, sum tað er vorðið ein vani hjá politikarunum at fara illa við peningastovnunum, við øll hugsandi høvi, sigur Føroya Banki.
Føroya Banki sigur, at Landsstýrismaðurin (Høgni Hoydal blm.) hevur sett sær fyri at steðga samstarvið ímillum føroysku peningastovnarnar og PBS um eina gjaldsskipan
? Landsstýrismaðurin hevur tó umsíðir viðurkent, at neyðugt er við eini lógarbroyting fyri at steðga Gjaldskipanini.
Heldur ikki hetta skilir bankin eitt petti av.
? Er tað veruliga so, at mannagongdin sum verður brúkt, tá vit gjalda okkara rokningar frá SEV ella Føroya Tele, er av grundleggjandi týdningi fyri persónligu datatrygdina í Føroyum? spyr Føroya Banki.
Hann heldur, at kanska er allur hesin hávin eitt tekin um eina serliga umsorgan fyri Elektron.
? Er tað so, eru politikararnir av berum eldhuga við at kvala Elektron í vælvild. Umsorganin er vorðin eitt haft, tí Elektron hevur ikki brúk fyri serlóggávu.
Kveistraðir til viks
Føroya Banki sigur, at í øllum hesum málunum hava myndugleikarnir bara kveistrað øll sjónarmið hjá peningastovnunum burtur.
? Tað tykist sum landsstýrið als ikki hevur áhuga fyri, at rímiligar treytir galda fyri peningastovnsvinnuna í Føroyum. Tað átti landsstýrið at havt.
Bankin spyr eisini um undanførslan hjá myndugleikunum fyri at seta fót fyri peningastovnarnar er, at bankalógin og bankaeftirlitið er danskt.
? Er tað so, er tað ikki rímiligt, Tí tað er ikki bankalógin og bankaeftirlitið, sum eru trupulleikin. Peningastovnarnir hava trupulleikar av lógum, sum Føroya Løgtingi hevur samtyktar og av avgerðum, sum landsstýrið hevur tikið, sigur Føroya Banki.
Sí viðmerking frá Løgmanni á síðu 26.