- Vit standa fast við, at Starvsmannafelagið skal hava samráðingarrættin fyri portørarnar, annars fara portørarnar, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, ikki at kenna seg bundnar av einum nýggjum sáttmála.
- Annars fara portørarnar í Starvsmannafelagnum at leggja arbeiðið niður.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna
Hon sigur, at hetta er ikki eitt stríð við Havnar Arbeiðsmannafelag.
- Her er talan um, at nógv teir flestu portørarnar hava sjálvir vent sær til Starvsmannafelagið og hava biðið okkum røkja teirra áhugamál.
Hon sigur, at sostatt er hetta ein spurningur um at lata meirilutan ráða.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag staðfestir, at hóast sáttmálin er sagdur upp, merkir tað ikki, at felagið handar Starvsmannafelagnum samráðingarrættin.
- Vit hava framvegis samráðingarrættin og hann halda vit fast um, staðfestir hann.
Hann sigur, at Havnar Arbeiðsmannafelag fer ikki at gera sáttmála fyri einstakar portørar, men fyri alt økið, sum tað er, fyri at fáa øllum portørum so góðar sømdir, sum gjørligt.
Men hann staðfestir samstundis, at fyrr ella seinni má ósemjan um portørarnar fáa ein enda og tí er sáttmálin sagdur upp, so at tað kann koma til skarpskeringar.
- Vit kunnu ikki blíva við at draga hetta út, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Sjúklingar hóttir við verkfalli.