Tað er nú greitt, at meirilutin í Tórshavnar Býráð stendur fast við ætlanina um at leggja ansingarstovnarnar til børn í kommuni, saman.
Hetta stendur meirilutin fast við, hóast bæði pedagogar og Pedagogfelagið hava mótmælt harðliga.
Hinvegin er ætlanin broytt eitt sindur. Uprunaliga ætlanin var, at allir stovnarnir í kommununi skuldu leggjast saman í fimm eindir, sum so fingu hvør sín eindarleiðara afturat leiðaranum á dagstovninum.
Grundgevingin er, at tað er alt ov langt frá leiðaranum á hvørjum einstøkum stovni, heilt upp til umsitingina í býráðnum.
Tað er eisini alt ov umfatandi hjá deildarleiðaranum í umsitingini at hava ábyrgdina av 39 ansingarstovnum.
Men nú er ætlanin broytt, soleiðis at stovnarnir verða lagdir saman í fýra eindir.
Tað merkir, at í staðin fyri, at hvør einadarleiðari fær ábyrgdina av umleið 150 starvsfólkum, sum upprunaliga ætlað, fær hann nú ábyrgdina av 185 starvsfólkum. Eitt úrslit av hesum er, at umleggingin verður bíligari.
Mett verður, at fýra eindarleiðarar fara at kosta góðar 2,7 milliónir næsta ár. Men samstundis er ætlanin eisini at seta góðar 4,5 milliónir av til at økja starvsfólkatalið á ansingarstovnum, og sostatt fer broytingin at kosta tilsamans 7,2 milliónir.
Og nú er tað so býráðið, sum skal taka støðu til málið. Tekur býráðið undir við hesum, er ætlanin at seta broytingarnar í gildið tann 1. januar. Men tað er greitt, at minnilutin í býráðnum tekur ikki undir við ætlanini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at býráðið roynir at broyta bygnaðin á Dagstovnaøkinum. Tað varð roynt bæði í 2013 og í 2015, men báðu ferðina datt tað niðurfyri, og ein orsøk til tað var, at mótstøðan var so hørð.