Standa saman um miðbýin

Á eyka býráðsfundi mikukvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð at góðkenna endaligu ætlanina fyri bygging av Biskupstorgi í nýggja miðbýnum í Klaksvík.

Á eyka býráðsfundi mikukvøldið 1. juli 2015 samtykti Klaksvíkar Býráð at góðkenna byggiætlanina fyri Biskupstorg, sum verður fyrsta byggingin í nýggja miðbýnum í Klaksvík.

 

Aftan á býráðsfundin varð sáttmáli undirskrivaður millum Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku og Byggifelagið Kanjon, sum hevði lægsta tilboðið upp á byggingina. Byggisáttmálin er samanlagt umleið 90 mió. kr.

 

Bústaðir og Klaksvíkar kommuna eru stovnarar av Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, sum hevur virkað síðan 1999, og sum nú fer undir at byggja og verður eigari av teimum 30 íbúðunum í miðbýnum í Klaksvík. Avtalað er, at Bústaðir fer at umsita øll leigumálini.

 

Harumframt fevnir verkætlanin um veghæddina, sum er ætlað til miðstaðaendamál so sum handlar, matstovur og annað virksemi av almennum slag.

 

- Biskupstorg verður fyrsta byggingin í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, og tí er talan um eina søguliga hending fyri Klaksvíkar kommunu, sum síðan tíðliga í áttati árunum hevur arbeitt við ætlanum fyri miðbýin í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, sum var ógvuliga fegin um, at býráðið stendur saman um hesa týdningarmiklu verkætlan.

 

- Nógv skiftandi býráð hava arbeitt fram ímóti at fáa gongd á byggingina av miðbýnum. Seinasta valskeið varð hendan miðbýarætlanin fyrireikað og samtykt, og hesa býráðssetuna hava vit arbeitt miðvíst saman við Bústaðir og Ósbjørn Jacobsen, arkitekti, sum vann miðbýarkappingina, fram ímóti at seta sjálva byggingina av miðbýnum í gongd, segði hann.