Standa saman um rennibreyt í Havn

Ein umfatandi verkætlan er sett ígongd í Havn, sum hevur til endamál at skapa umstøður fyri frælsum ítrótti við einari rennibreyt. Tórsvøllur er fremsta ynski hjá einum nýskipaðum samtaki

RENNIBREYT

Prátið um eina rennibreyt í høvuðsstaðnum er aftur komið á glið. Ein bólkur við áhugaðum er farin til verka. Tað er felagið fyri tey, ið íðka frælsan ítrótt í Havn, Bragdið, sum saman við øðrum gongur undan.
Bragdið hevur arbeitt síðani mitt í fýrsunum at fáa rennibreyt í Havn. Avtalað varð gjørd við býráðið, tá oyggjaleikir tóku seg upp, um at gera rennibreyt í Gundadali. Men hetta er spakuliga førka longur og longur út. Uppskotið fekk nýggja luft við hugskotinum um Tórsvøll, men eisini her varð hálað longur og longur út, til rennibreytin heilt datt av borðinum.
?Tosað hevur verið við tveimum tungum frá býráðsins síðu. Handlingarnar hava ikki samsvarað við orðingar, sigur Robert Vilhelmsen, formaður í Bragdinum.
Tórshavnar býráð hevur seinastu trý árini játtað í alt tríggjar milliónir til eina rennibreyt. Tað er ætlanin hjá býráðnum, at hetta skal liggja úti í Marknagili við Landavegin.
?Rennibreyt í Marknagili er ikki egnað, tí har er so veðurhart. Tað er ikki bara at gera rennibreyt. Tað má passa til endamálið, og liggja á einum sentralum stað fyri ítróttin sum heild, sigur Robert.
Fyri at eitt nú met skulu vera góðkend, krevur hetta, at vindstyrkin ikki er hægri enn 2 m/s.
Robert sigur, at øll við áhuga fyri at fáa rennibreyt eru samd um, at Tórsvøllur er fremsta raðfestingin. Við neyðugu íløgunum kann rennibreytin gerast ein góð loysn.
?Størsta mótstøðan er frá Tórsvallargrunninum og tí megi, ið fólki aftanfyri grunnin hava. Men Tórsvøll eiga vit øll, og eigur at kunna tæna fleiri endamálum enn fótbólti, sigur Robert Vilhelmsen.
Verður Tórsvøllur gjørdur um til stadion við rennibreyt, so verður sjálvur fótbóltsvøllurin bert nýttur í kappingarhøpi til kappingar í frælsum. Venjingarnar í ymsu kastigreinunum mugu skipast aðrastaðni, og fótbóltsvøllurin kann sjálvandi nýtast til fótbóltsdystir.
Robert heldur ikki, at tað stórvegis høpi í at gera eitt nýtt stadion við við Ringvegin
?Rakstrarliga er tað eingin ivi, um tað lítil nytta í at hava tvey stadion, tá mann hevur trupult við at reka eitt, sigur Robert Vilhelmsen.


Kombinera
Lagt verður upp til, at rennibreytin skal passa saman við øðrum ítróttarligum endamálið.
?Akkurát tí er Tórsvøllur er tað besta plássið. Har er veðurgott, liggur væl fyri í mun til vøllir og høllir og íløga er longu gjørd í karmarnar, sum eru sera góðir við áskoðaraplássum og øðrum, sigur Robert Vilhelmsen.
Eisini skúlarnir í høvuðsstaðnum vísa ætlanum áhuga.
?Vit funnu útav, at skúlarnir paralelt við okkum hava havt fundir við býráðið um eina rennibreyt, sigur Robert.
Sjálvt hevur Bragdið um 80 limir. Í løtuni verður runnið mest á alfaravegi.
Roynt verður at seta stovn skipað ungdómsarbeiði.


Gera áhugabólk
Í løtuni verður arbeitt við at stovna ein áhugabólk at standa á odda fyri verkætlanini. Hesin bólkurin skal mannast við umboðum fyri Bragdið, skúlarnir og relevant ítróttafeløg, eitt nú fótbólts- og hondbóltsfeløg.
Ein fyrireikandi fundur varð hildin leygardagin. Robert letur væl at uppmøtingini, og hann sigur, at fundurin vísti, at øll tilstaðar vóru positiv yvirfyri hugskotinum.
?Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at hugskotið fær breiðan stuðul frá nógvum feløgum, tí ein rennibreyt vil gagan øllum ítróttafeløgum við munandi betri umstøður til renning, ið er ein stórur partur av venjingunum í flest øllum ítróttagreinum, sigur Robert Vilhelmsen.
Fyrireikararnir hava ætlanir um at skipa fyri fleiri kunnandi tiltøkum í næstum.