Standa í stað

Føroyar eru framvegis at finna sum nummar 134 á styrkislistanum hjá FIFA. Hesa ferð er India farið framum, meðan Liberia er dottið afturum

Landsliðið

Tað er kanska ikki heilt so galið, tá landsliðið, sum George Weah í síni tíð spældi við, nú verður styrkismett ájavnt okkum. Men í mun til støðuna, sum Føroyar áður hava havt á listanum, so er talan um afturstig.
Afturstigini munnu tó fyri ein stóran part stava frá, at Føroyar í tveimum undankappingarbólkum á rað eru komnar í »lítlu« bólkarnar. Tað vil siga, at vit ikki hava møtt nøkrum av smærru tjóðunum í undankappingardysti, síðani vit fyri fýra árum síðani spældu móti Luksemburg. Í venjingardystum eru nøkur stig sjálvandi fingin til høldar, men hesi telja ikki eins nógv og undankappingardystirnir.
Hóast oktober mánaði millum annað innibar seinastu undankappingardystirnar í júst lidna bólkaspælinum, so broytti hetta tó ikki stórvegis um samansetingina á listanum.
Av ovaru londunum var tað Svøríki, sum hevði størsta fallið. Teir vóru annars á einum 10. plássi seinast, men hesa ferð eru teir at finna sum nummar 13. Ongland er hinvegin komið aftur á topp-10.
Ovast á listanum er framvegis Brasil, meðan Frakland hevur togað seg nakað upp, soleiðis at teir nú eru á fimta plássinum.
Ovasti parturin av listanum saman við norðurlendska partinum, sær nú soleiðis út. Tølini í klombrum siga, hvørja støðu londini høvdu á listanum fyri september mánað.

1 (1)Brasil
2 (2)Holland
3 (4)Kekkia
4 (3)Argentina
5 (6)Frakland
6 (5)Mexico
7 (7)USA
8 (8)Spania
9 (11)Ongland
9 (9)Portugal
13 (10)Svøríki
14 (14)Danmark
37 (37)Noreg
44 (40)Finnland
92 (92)Ísland
134 (134)Føroyar