info
Ongi úrslit

Standið saman um sjálvbjargni og samstarv!

Bjørt Samuelsen
29. oktober 2022 kl. 12:30

(Grein við teldutalu)

Um tú ynskir eina rødd á fólkatingi: 

- Sum vil vera eygu, oyru og røddin, sum tryggjar landi okkaraávirkan og rættindi. 

- Sum veit, at neyðugt er at samstarva um mál av felags týdningi, so sum verju- og trygdarmál, men altíð við okkara áhugamálum og avgerðarrætti í huga. 

- Sum sakliga og málsøkin arbeiðir fyri at vinna okkum land. Og sum ongantíð góðtekur, at avgerðir, sum snúgva seg um okkum, verða tiknar uttanum okkum

- Sum hevur royndir og evnini at samstarva fyri at røkka settum málum. 

- Sum vil taka burtur allar forðingarnar á uttanríkispolitiskaøkinum og vinna okkum fullan sjálvsavgerðarrætt. Og limaskap í altjóða samstørvum og sambondum. 

- Sum vil tryggja rættindi hjá føroyskum lesandi, sjúklingum, pensjonistum og øðrum í skipanum millum londini. 

- Sum vil vísa fram dyggu førleikarnar hjá vinnuni, listini, ítróttinum, granskingini og framtakshuganum í Føroyum, og arbeiða fyri møguleikum at mennast.  

- Sum ikki býtir heimin í svart og hvítt, tí tað sjáldan fremur loysnir. 

Eitt umboð, sum ikki, eins og aðrir flokkar, treytaleyst stuðlar bláari ella reyðari stjórn, men ger tað, ið tænir Føroyum best. Sum tekur teg og land okkara í álvara. 

Savnist um sjálvbjargnisrøddina

Ein sjálvbjargnisrødd merkir at taka ábyrgd, eisini í altjóða høpi. At duga væl at samstarva við onnur lond, eisini danir, um felags avbjóðingar. Tað verið um verjupolitikk, átøk at basa veðurlagsbroytingum, útbúgvingar og gransking, at basa fátækradømi og so frameftir. Samstarv á jøvnum føti, alla tíðina við tí fyri eyga, at tæna áhugamálunum hjá landi okkara.

Øll, sum ynskja eitt fólkatingsumboð, sum hvønn dag arbeiðir fyri at verja vunnin rættindi og flyta avgerðirnar heim, eiga at standa saman á valinum 31. oktobur. Tjóðveldi hevur besta møguleikanat gerast henda rødd, og tí vóni eg, at tú vilt stuðla lista E. 

Títt álit, okkara og mín styrki!

GG Allar mínar greinar finna í útgávu við teldutalu á Bjørt Samuelsen Tjóðveldi facebook. 

X við E

Bjørt Samuelsen

Tjóðveldi

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil lata lág­inn­tøku­húskj­um 5.000 krónur aftrat

13 minuttir síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: Mót­rokn­ing í fólka­pen­sjón­ini átti at ver­ið herd

33 minuttir síðan
Tíðindi

Tesla og SpaceX kunnu verða løgd saman

43 minuttir síðan
Tíðindi

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

9 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

10 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

10 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

10 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

11 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

11 tímar síðan