Standmynd av fiskagentum avdúkað á Tvøroyri

Virkna bátafelagið Naddoddur skipaði fyri avdúking av standmynd.

Í dag vóru nógv fólk komin saman við fiskaplássið vestanfyri Naddoddaneystið á Tvøroyri, har virkna bátafelagið Naddoddur skipaði fyri avdúking av standmynd.

 

Har varð standmynd av fiskagentum avdúkað. Gianfranco Nonne, ið er búðsitandi í Vági, hevur gjørt standmyndina.

 

Tað var 96 ára gamla Bodil Hammer, ið avdúkaði standmyndina. Hon hevur arbeitt nógv í fiski. Viberg Sørensen, vegna bátafelagið Naddodd, og Anita Vibergsdóttir, vegna Tvøroyrar kommunu, hildi røðu. Komið varð m.a. inn á tann stóra leiklut, sum kvinnur høvdu í fiskaarbeiðinum, men sum kanska ikki so ofta verður havdur á lofti.

 

Eisini bóru tvær kvinnur eina fiskabøru við klippfiski inn á plássið, og har var eisini víst, hvussu fiskur varð breidddur út á fiskaplássið.

 

Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á góðveðursløtuna og tá liðugt varð, sang manskórið Orðið á Borðið frá Frelsunarherinum í Vági.

 

Myndir frá tiltakinum síggjast her niðanfyri:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##