Standmynd av føroyskum landsliðsvenjara

Velje BK er í holt við at finna fígging til standmynd av Allani Simonsen

Velje BK er í holt við at finna fígging til standmynd av Allani Simonsen, sum verður 70 ár komandi ár. Hann størsta stjørnan, sum Velje hevur fostrað.

 

Hann hevur vunnið meistaraheitir við Vejle BK og í týska Borussia Mönchengladbach, har hann eisini vann UEFA Cup tvær ferðir og bleiv einasti danskarin, sum hevur vunnið Ballon d’Or.

 

Allan Simonsen var eisini føroyskur landsliðsvenjari frá 1994 til 2002. Her var hann við til at flyta føroyskan landsliðsfótbólt langt fram á leið. Millum góðu úrslitini vóru sigrar á San Marino, Malta og Luksemborg.

 

Vejle Amts Folkeblad skrivar, at ætlanin er at standmyndin skal vera av løtuni, tá Allan Simonsen fekk handað Ballon d’Or skógvin.