Í morgin verður standmynd av vinnulívsmanninum Símuni á Høgabóli avdúkað á økinum við Høgaból í Saltangará. Í tí sambandi verður alment hátíðarhald við røðum og sangi.
Tiltakið byrjar kl. 14.30, har Bjarni Djurholm, formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Jákup Lamhauge formaður í nevndini Varðin á Høgabóli fara at flyta fram røður. Harumframt verða sangframførslur við Kór Glyvra Kirkju og Beinir Troest Rasmussen, oldurabbabarni Símunar. Aftaná verður kaffi at fáa í hølunum hjá Verkhúsinum Stíggjur á Høgabóli.
Tað er áhugafelagið Varðin á Høgabóli, sum stendur fyri hátíðarhaldinum. Felagið varð stovnað fyrst í 2010 við endamálinum at virka fyri, at ein standmynd av vinnulívsmanninum Símuni Simonsen vanliga nevndur Símun á Høgabóli, sum livdi í tíðini 1877 1947, varð reist á økinum við Høgaból, har hann livdi og virkaði.
Í grundgeving síni helt áhugabólkurin m.a., at tað er av stórum týdningi, at persónar, sum hava skara fram úr í samfelagnum, ikki verða gloymdir, men ístaðin verða mintir á ein slíkan hátt, at eisini ættarliðini, sum koma aftaná, fáa kunnleika um hesar persónar, og eisini um týdningin, teir hava havt fyri samfelagið, teir virkaðu í.
Um hugt verður í søguligt tilfar, sum er at finna um undangongumenn innan vinnulív í Føroyum, so var Símun á Høgabóli uttan iva millum teirra, sum gingu undan og skaraði fram úr.
Virkisøki hansara var bæði á sjógvi og á landi frá opnum báti til stór havgangandi fiskifør fiskaturking á hellugróti, víðkað til framkomin turkihús.
Uttan almenna hjálp, sum vit kenna nú á døgum, so bygdi Símun á Høgabóli sjálvur m.a. atløgubryggju til skip síni og annars tað sum kravdist til skipa- og virkisrakstur herundir eisini íshús og handil.
Umframt dømini, ið nevnd eru omanfyri viðvíkjandi virkisøki hansara, so tók Símun eisini lut í fyrireikingunum til byrjanina av Runavíkar Havn, sum fór fram undir seinra heimsbardaga, sum síðan er útbygd og nú er millum størstu havnirnar í landinum.
Flest øll eru samd um, at stóri vøksturin, sum árini aftaná er farin fram í Runavíkar kommunu, fekk sína byrjan aftaná at fyrsta byggistig av Ruanvíkar Havn varð gjørt.
Símun á Høgabóli tók eisini lut í vinnuvirksemið uttanfyri sína heimbygd, og kann í hesum sambandi verða nevnt m.a., at hann var stórur partaeigari bæði í Tórshavnar Skipasmiðju og Skipafelagnum Føroyar.
Ásannast má, at Símun á Høgabóli legði lunnar undir eitt virksemi, sum kom at hava alstóran týdning fyri fólkið á staðnum, í grannabygdunum og fyri samfelagið alt.
Grundað á hesar nevndu veruleikar, helt áhugabólkurin, at ein standmynd av Símuni vildi verða eitt heiðurligt minni um merkismannin, og sum eisini kann vísa yngru ættarliðunum á týdningin av virkseminum hjá einum manni, sum gekk undan.