Stankov er á listanum hjá HB

Í NSÍ er longsulin stórur eftir, at tað skal eydnast at vinna fulla úrtøku

Higartil hevur tað ikki gingið soleiðis, sum teir í NSÍ høvdu vónað og roknað við. Í fýra teimum fyrstu umførunum er tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Annan páskadag endaði tað 2-2 í Klaksvík. Seinnapartin er HB á skránni við Løkin, har tað í tveimum teimum fyrstu royndunum er endað 1-1 ímóti EB/Streymi og við 1-0 tapi ímóti Víkingi.

Ein av tryggastu bóltspælarunum á NSÍ miðvøllinum er Jann Martin Mortensen. Hann hevur verið darvaður av vøddaskaða, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.

Í fjør vann HB í fyrsta umfari 2-1 við Løkin, so vann NSÍ 4-3 í Gundadali. Seinni dysturin við Løkin endaði málleysur.

 

Dygst undan kappingarbyrjan var tað roknað sum stórur vinningur hjá HB, at tað var eydnast at leiga makedonska Aleksandar Stankov frá Viborg FF, sum skuldi vera í HB fram til summarsteðgin. Síðani hevur verið bíðað eftir loyvunum. Nú eru tey komin upp á pláss, og Stankov verður á listanum, tá ið HB seinnapartin fer at spæla í Runavík.

Aleksandar Stankov er 26 ára gamal og framrættaður spælari. Hann hevur verið á makedonska U-19 og U-21 landsliðnum, og í HB verður sagt, at hann undir venjing hesar vikurnar, hann hevur verið í Gundadali, hevur víst dygdir, sum HB heilt víst fer at fáa gagn av.

HB hevur longu verið tvær ferðir í Eysturoy í ár, og úrslitini hava ikki verið nakað at reypa av. Bæði á Skála og í Fuglafirði endaði tað við málleysur javnleiki.

Danski álopsspælarin Daniel Elly Pedersen er ikki tøkur, tí hann er skaddur. Miðvallarin Heðin Hansen er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Símun Samuelsen verður førur fyri at spæla ídag.