Stanley í Amerikonskum sjónvarpi

Stanley Samuelsen var í morgun at síggja á sjónvarpsskíggjanum hjá Fox í Austin, Texas. Stanley er í USA í tvær vikur, har hann tekur lut í verkætlanini, The house of songs. Ein verkætlan, sum millum annað gevur Stanley møguleika at arbeiða saman við fleiri dugnaligum tónasmiðjum og sangskrivarum.

Sum partur av vitjanini var Stanley at síggja og hoyra í morgunsending í sjónvarpi í morgun, og í kvøld, í annaðkvøld og komandi týskvøld hevur liveframførslur. Bæði saman við lokalum tónleikarum og einsamallur á palli.