Í dag ber til at hoyra Stanley Samuelsen í BY i BY á Bispetorv.
Stanley Samuelsen er kendur fyri at trøllabinda áhoyrarafjøldina við sínum aukustiska guitarspæli og síni heitu ljósu rødd, og hann er kendur sum ein av føroya bestu guitarleikarum. Sangir hansara eru viðkomandi, og løgini vøkur. Stanley býður bæði upp á føroyskar og danskar tekstir, og er Stanley m. a. kendur við sangunum: Um eg kundi kvøði, Tá eg verði gamal og Regn.
Stanley Samuelsen kom til Danmarkar í 1970 og hevur síðani spælt í fleiri bólkum. Í fleiri ár samstarvaði Stanley við Nis P. Jørgensen undir navninum Den Udødelige Duo. Duoin spældi nógv fyri donsku fagrørsluni bæði tá Anker Jørgensen og Poul Nyrup Rasmussen vóru formenn. Harumframt varð Den Udødelige Duo heiðrað við LOs mentunarprísi í 1992.
Framførslan við Stanley Samuelsen í Århus verður í BlackBox á Bispetorv í kvøld klokkan 21.