Stanley í Haldórsvík í kvøld

Stanley Samuelsen fer í kvøld klokkan 20 at hava konsert í Losjuni í Haldórsvík. Konsertin er tann næsta á hesi Føroyaferðini. Í gjárkvøldið spældu Stanley og Hanus í Mentarnarhúsinum í Fuglafirði fyri umleið hálvtannað hundrað fólkum. Tað var fyrstu ferð, at teir báðir fólkakæru sangararnir og tónlistamenninir spældu saman eftir, at teir á ólavsøku í fjør fingu listavirðisløn Miðlahúsins. Konsertin varð sera væleydnað og kensluborin. Teir spældu nøkur løg hvør sær og síðani trý løg saman. Tvey av teimum vóru slagarar hjá teimum báðum, Fagra Blóma og Um eg kundi kvøði.

 

Stanley verður so aftur at hoyra á festivalinum Við Múrin næsta fríggjakvøld. Hann skal síðani spæla í Tutlhandlinum við Káta Hornið í Havn 18. juli, Við Gjógv 19. juli, á Seglhúsloftinum á Tvøroyri 22. juli, í Staðið í Vestmanna 23. juli og í Rúnavík 25. juli.

 

Stanley hevur eisini ætlaðir at spæla í føroyskum kirkjum í ár. Fyribils stendur Kollafjarðar Kikja fyrst á skránni. Lýst verður nærri, nær tað verður.