Tíðindaskriv:
Sunnudagin klokkan 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju.
Tað er so at siga vorðin fastur táttur, at Stanley Samuelsen spælir og syngur í Hoyvík hesa ársins tíð, og hesaferð er hann aktuellur við nýggjari tónleikaútgávu og bók, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað um Stanley Samuelsen.
– Hjartaliga vælkomin á konsertina við Stanley Samuelsen í Hoyvíkar kirkju sunnudagin kl. 16.










