Rás2 sendir í hesi løtu frá framløgu av nýggjastu fløguni hjá Stanley Samuelsen.
Sunnudagin var framløga av nýggju fløguni hjá Stanley Samuelsen á Sendistovuni í Havn. Rás 2 var við til hesa hátíðarløtuna og er sendingin millum 15 og 17 halgað hesi triðju útgávuni hjá tónlistamanninum. Jan Müller prátar við Stanley og við Kristian Blak frá útgávufelagnum Tutl. Eisini er Rás2 við, tá Stanley spælir løg frá síni nýggjastu fløgu fyrstu ferð alment á Vaskaríinum í Havn mánakvøldið. Tosað verður við nøkur av teimum, sum hava tikið tónleikin hjá Stanley til sín. Stanley spælir í heim- og føðibygdini Fuglafirði í kvøld.