Stanley í Spaniastovu

Tann 5. konsertin í Klaksvík undir heitinum Mentanarrák 2010 verður í Spaniastovu 17.apríl Hesaferð er tað Stanley Samuelsen sum kemur at spæla og syngja fleiri av sínum kendu løgum í Spaniastovu.

Við solofløgunum Sól og regn, Tíðin rennur og Um er kundi kvøðið hevur Stanley Samuelsen rættiliga fingið tónleikavindar í seglini. Serstakliga løgini Um eg kundi kvøðið og Tíðin rennur sum streymur í á hava verið nógv at hoyrt. Serstakliga løgini, og hegnisliga guitarspælið hjá Stanley, vóru grundgevingin fyri, at hann í 2008 fekk Listavirðisløn Miðlahúsins.

Til ber at siga, at Stanley, sum var ein av monnunum aftanfyri kenda tónleikabólkin Silly Boys, sum spældi í sekstiárunum, og gavst í august í 1970, veruliga er komin aftur á tónleikatindin í Føroyum.

Atgongumerki til konsertina við Stanley Samuelsen eru til keyps í Leikalund og kunnu bíleggjast á tlf. 457151. Meir sæst í næstum á www.leikalund.com