Stanley Samuelsen fer, saman við Øistein Rian og Steen-Vidar Larsen, at hava konsertir í Føroyum um vikiskiftið Saman kalla hesir tríggir seg Acoustica Trio, og genran er fólkatónleikur, jazz- og bluestónleikur latín og country, umframt singer/songwriter.
Teir framføra egnar sangir á føroyskum, donskum og norskum máli. Harumframt krydda teir framførðslurnar við klassikarum hjá so mætum tónleikabólkum sum Beatles, Eagles og Crosby, Stills, Nash & Young.
Konsertirnar verða á hesum støðum til hesar tíðir:
27/9 Útvarp Føroya, beinleiðis 14.00
28/9 Atlantis, Klaksvøik 21.00
29/9 Ribarhús, Fuglafjørður 20.00
30/9 Norðurlandahúsið, Tórshavn 16.00