Blind fólk noyðast at læra at klára alt við ongum eygum.
Men tað er ikki sum at siga tað hjá annars síggjandi fólki at fara til borðs og ikki síggja nakað petti.
Blindafelagið og Hotel Føroyar hava hesa vikuna skipað fyri borðhaldum trý kvøld á rað við rimmar borðhaldi í kølabika myrkri. Ætlanin var bara at hava eitt kvøld, men áhugin var so stórur at sleppa at sleppa við.
Undir borðhaldinum vóru tað ikki tey blindu, sum høvdu størstu trupulleikarnar, men heldur vit síggjandi, sum høvdu ilt við at trilva á borðinum fyri at finna gaffil og knív og glasið, sum skonkt var í. Tað vóru vit síggandi, sum hetta kvøldið vóru mest brekað, men vit fingu innlit í, hvussu tað er at vera blind.
Tiltakið var fyri at geva teimum síggjandi innlit í verðina hjá teimum, sum eingi eygu hava. Síðuvinningurin var ein avbera góð máltíð, sum var nakað serligt, tí eyguni fingu einki. Kokkurin Leif Sørensen stóð fyri matgerðini.
Slíkar matstovur eru aðrastaðni, eitt nú í Berlin, og tær verða væl vitjaðar av fólki, sum dámar væl góðan mat, tí smakkupplivingin er so stór.
Bølamyrkt
Matarsalurin var fullkomiliga myrkalagdur. Plátur vórðu settar upp fyri vindeygu og rútar, og svarrtar gardinur vóru fyri. Sjálvt dúkarnir vóru myrkir, so teir ikki skuldu skyggja, fingu vit at vita.
Eingin gestur slapp inn í matarsalin, fyrr enn boðið varð til borðs, og tí vistu vit ikki, hvussu innrættað var, ella hvussu borðreitt varð.
Áðrenn vit fóru inn, fingu gestirnir boð um at sløkkja fartelefonir og taka urini av ørmunum, tí einki ljós skuldi vera.
Rúm var fyri 30 fólkum.
Seks fólk vórðu biðin um at koma inn í senn, og tað gekk fyri seg á tann hátt, at blindu tænararnir komu eftir okkum, og vit fóru so í gásagongd inn í matarsalin. Hildu niður á herarnar á hvør øðrum. Tað ráddi um at taka smá fet fyri ikki at detta.
Tá ið vit komu inn, vórðu vit leidd til stólin, har vit skuldu sita. Ein hond tók í øsklina, og viðkomandi flutti hondina á mær yvir á stólin.
Vit sessaðust og fingu vit at vita, at skonkt var í tað høgrasta glasið fyrst. Eini góð ráð vóru at førka hondina eftir borðinum og taka um fótin á glasinum, tí annars kundu høgu gløsini lætt koppa.
Ikki sørt at fjáltur var á summum okkara. Hvussu fór hetta at ganga?
Ein tænari var til hvørt borð.
Knappliga varð ein hond løgd niður á økslina.
? Nú komi eg at skeinkja vín ella fruktsaft, segði hon.
Blindir tænarar
Hvussu blindi ella starblindi beinanvegin fann glasið, var ófatiligt.
? Framman fyri teg stendur ein lítil forrættur, og við síðuna av er ein minni borðiskur við kipsi á. Kipsið skalt tú eta fyrst, segði tænarin.
Við okkara borð var ein lítil fløkja í. Hvør átti hvønn borðisk?
Við at fylgja kantinum á borðinum og lurta eftir røddunum við borðið funnu vit út av, at borðið var runt. Men hvør vendi móti eystri, og hvør móti eystri var ikki til at vita.
Forrætturin var ein evarska lítil máltíð, sum smakkaði sera væl. Vit seks fólkini við borðið royndu at gita, hvat tað var, men komu ikki til rætta úrslitið.
Á borðinum var vatnkanna, breyð og smør. Tað gekk ein góð løta, áðrenn ein okkara fann bakkan við breyði, smørið funnu vit eina ferð seinni. Ein fann vatnkannuna, sum so gekk runt.
Javnan komu tænararnir inn at fylla gløsini aftur, og tær høvdu ongar trupulleikar við at finna gløsini at skeinkja í. Verri var hjá okkum síggjandi, sum einki sóu, at finna fyltu gløsini. Har var ikki annað at gera enn at brúka fremstafingur og vita, í hvørjum glasi nakað var í.
Annar rætturin var jákupsskeljar við ymsum góðum, síðan kom marinerað svínakjøt og at enda ein dessert.
Hetta var alt nakað, vit fingu at vita og síggja, eftir at borðhaldið var av.
Gittu smakkir
Meðan vit ótu, sótu vit út frá smakki og konsistensi at gita, hvat vit ótu.
Jákupsskelin var ikki so torøfr at kenna aftur.
? Eg smakki finnikel, segði ein.
Onkur smakkaði beinanvegin melón, dild var eitt boð.
Við okkara borð høvdu fleiri torført við at brúka gaffil og knív, tí vit høvdu ilt við at skera kjøtið og seta gaffilin í matin. So vóru bara eini ráð, og tey vóru at brúka fingrarnar. Eingin sá kortini, at vit ikki dugdu borðaskikk.
Við okkara borð viðgingu fleiri, at tey sleiktu borðiskin við fingrunum fyri at fáa alt tað góða við.
Tá ið tú situr til borðs og ikki sær, hvat er á borðinum, eru bara smakk- og luktisansirnir á at líta. Av tí sama verða teir sansirnir undir slíkum unstøðum nógv sterkari.
Sterkur hoyrisansur
Hoyrisansurin var eisini sterkari enn vanligt. Vit hoyrdu, hvussu tey prátaðu við hini borðini, og tað ljóðaði hart. Vantandi sjónsansurin gjørdi, at hinir sansirnir mentust.
Vit sungu nakrar sangir í myrkrinum, og valdir vórðu sangir, sum fólk flest dugdu. Tað bar jú ikki til at hava sanghefti í myrkrinum.
Tá ið borðhaldið var av, vóru vit leidd út aftur í myrkri úr matarhøllini. Tí sóu vit ongantíð, hvussu borðini sóu út, sum vit vóru farin frá. Onkur gløs koppaðu, men hetta kvøldið fór einki í sor. Eingin sá heldur út til at hava mist niður á seg við borðið.
Á borðinum á Vaglinum stóðu borðiskar við tí mati, vit høvdu fingið, og har varð so greitt frá, hvat vit høvdu etið og drukkið.
Borðhaldið var drúgt, tí í myrkrinum bar ikki til og var heldur ikki hóskandi bara at koyra í seg. Vit góðu okkum stundir at njóta hvønn bita.
Eitt óført tiltak, sum onkuntíð kundi verið á skránni í faldarum, ið skulu royna at fáa fleiri ferðafólk at vitja.