Start fekk avsmurning

 Vit hava stórar trupulleikar, sigur venjarin hjá Toda Jónsson í Start. Sunnudagin tapti Start heilti 4-0 ímóti Hammarby. Todi var ikki við á liðnum hjá Start

Start fekk av at vita, tá ið felagið spældi í Royal League sunnudagin. Start spældi á útivølli ímóti Hammarby og tapti eyðmýkjandi 4-0.
Todi Jónsson og fleiri aðrir spælarar vóru ikki við í dystinum vegna skaðar.
 Vit mugu bara viðurkenna, at vit hava stórar trupulleikar í løtuni, og tað mugu vit gera nakað við, sigur venjarin Tom Nordlie við Fedrelandsvennen.
Tá ið blaðið royndi at fáa venjaran hjá Start at siga meira um støðuna hjá liðnum, vildi hann einki siga, og blaðið heldur, at venjarin tóktist verða undir trýsti eftir dystin.
 Síðani kappingin endaði í fjørheyst hava vit ikki borið okkum at, sum eitt topplið eigur at gera. Tað er ógjørligt at vinna eina dyst, um tú letur tvey ella trý mál fara inn við deyðbóltum hvørjaferð, sigur venjarin.

Mugu práta um støðuna
Tað eru slakir tveir mánaðir, til norska landskappingin byrjar aftur, og tí er tíðin hjá Nordlie og hansara liði knøpp fyri at fáa vent gongdini.
 Tað tykist, sum at spælararnir ikki eru nóg ídnir og aggressivir, sigur spælarin Fredrik Strømstad, og hann fær viðhald frá liðformanninum Bård Borgersen:
 Í fjør fóru vit á vøllin til hvønn dyst fyri at vinna og knúsa mótstøðuna. Nú hugsa vit meira um at einki mál skal fara inn hjá okkum, sigur hann.
Fredrik Størmstad heldur, at spælararnir skulu taka eitt prát um støðuna, men hann mælir frá at tosa um nakra veruliga kreppu á liðnum.