Start spældi væl - men tapti

Norska felagið Start tapti aftur í gjár dyst í norsku tippuliguni. Heimasíðan hjá Start skrivar, at í stórum løtum var spælið hjá Start tað besta, sum liðið hevur víst í hesum kappingarárinum, men tað endaði við, at liðið tapti. Start kom á odda tíðliga í dystinum, men Vålerenga javnaði lítla løtu seinni. Eitt mál kom afturat, og tað fekk Vålerenga. Todi Jónsson var við í álopinum hjá Start allan dystin, og hann spældi væl, hóast hann heldur ikki hesum dystinum fekk sett hol á málskjótingina í ár.