Startlínan er slitnað

Kappróðurin í Klaksvík er útsettur, tí lína er slitnað, sum hoyrir til startin

Tað er FM kappróður í Klaksvík í dag, og tað gongur ikki heilt soleiðis, sum tað varð ætlað og vónað.

 

Í fyrstu atløgu var tað stórt baks við at fáa barnaróðrarnar avgreiddar. Ein orsøk var, at tað ikki bar til at hava kappróður fyrr enn SAM var komin aftur av Syðradali, og so hevur nógvi vindurin av álvara spælt eitt puss.

 

Tað varð spátt at verða sera góð líkindi at rógva og heiður himin við sól. Soleiðis er veðrið ikki í Klaksvík. Tað er turt og tjúkt í evra, og lágættarlotið er rættiliga frískt.

 

Nú tá ið tað varð riggað til at fara undir fyrsta startin á 1000 metra málinum, var tað so óheppið, at ein lína, sum hoyrdi til startlínuna, slitnaði.

 

Umboð fyri Róðrarsambandið hevur fyri lítlari løtu síðani upplýst fyri Kringvarpi Føroya, at fyrsti róðurin er útsettur til klokkan 17. Fyrsti róðurin verður tann millum 6-mannafør við kvinnum, har Jarnbardur er stórur favorittur.