Startskot til 10. Summar Festivalin

Komandi summar verður 10. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og nú er forsølan til festivalin byrjað. Í ár verða serlig ungdómspass sedt í avmarkaðari nøgd.

 

Summar Festivalurin 2013 verður hildin í døgunum frá 8. til 11. august, og tað verður samstundis 10. Summar Festivalurin. Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í Klaksvík í 2004, og tá vóru eini 3500 fólk á stóru útikonsertini leygarkvøld, har eitt nú Ken Hensley og

Boney M spældu. Síðani hevur Summar Festivalurin vaksið seg munandi størri, og onkur ár hava verið upp í 10.000 fólk á festivali.

 

Samanlagt hava næstan 75.000 fólk verið á Summar Festivali hesi árini, og heimskendir bólkar sum Scorpions, Westlife og aðrir spælt á Vágsbøi. Tann 10. festivalurin fer at bjóða kendar útlendskar bólkar og góð føroysk nøvn, og nú byrjar forsølan til festivalin.

 

Hesa fyrstu tíðina verða vikuskiftispassini seld fyri serligan prís, sum í ár er 680 krónur. Atgongumerkini verða seld fyri hendan prís til trettanda kvøld. Eftir tað hækkar prísurin. Barnapassini kosta nú sum áður 200 krónur í forsølu, og tað gera tey heilt fram til festivalurin byrjar. Sum nakað nýtt verður eitt serligt ungdómspass til tey, sum eru í aldrinum 13 til 17 ár, selt í avmarkaðari nøgd. 500 av hesum passunum eru nú sett til sølu fyri 500 krónur. Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á heimasíðuni og í

Telebúðum. Ungdómspassini kunnu bert keypast umvegis heimasíðuna hjá Summar Festivalinum og í deildunum hjá Norðoya Sparikassa.