Starvast í Norðurlandahúsinum í 25 ár

Eyðbjørg Kass er einasta starvsfólk, sum hevur starvast í Norðurlandahúsinum líka síðani byrjan. Hon varð sett í starv 18. apríl 1983. Sosialurin hevur hitt fryntliga veteranin, sum millum annað greiðir frá tíðini í byrjanini, tá húsið stóð fyri teimum flestu tiltøkunum. Ì dag verður húsið ofta leigað út, ella tiltøk verða fyriskipað saman við øðrum stovnum ella feløgum


Hilmar Simonsen

[email protected]


Ein fjórðings øld á sama arbeiðsplássi týðir upp á, at talan er um eitt gott arbeiðspláss. Soleiðis man eisini vera hjá Eyðbjørg Kass, sum fyri 25 árum síðani sá eina lýsing, har søkt varð eftir skrivstovufólki til hálvtíðarstarv í Norðurlandahúsinum.

- Hálvtíðarstarv var passaligt fyri meg tá, tí eg hevði børn, og maðurin sigldi úti, so eg hevði nokk at taka mær av. Eg søkti og fekk starvið og arbeiddi hálva tíð tey fyrstu umleið 12 árini. Síðan havi eg arbeitt ¾ tíð, og mær hevur dámað væl, sigur Eyðbjørg Kass, sum júst er komin heim úr veitslu  í Fuglafirði, tá Sosialurin hittir hana til eitt óformligt prát.

Einki er at taka seg aftur í, at mong eru tiltøkini, ið hava verið hesi árini, so vit spyrja Eyðbjørg, um tað eru serligar upplivingar, ið hava fest seg í minnið.

- Eg kann nevna eina føroyska viku í Finnlandi, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Vit, eitt føroyskt ferðalið, vóru har í eina viku og skipaðu fyri føroyskum dansi, framsýning og øðrum tiltøkum. Í 1992 chartraðu vit ein túr til bókamessu og framsýning í Gøteborg, har bleiv eisini selt føroyskt øl, laksur og annar føroyskur matur. Hanus Johansen undirhelt við sangi, og Tórhild Tolfsen, táverandi leiðari í kaféini, og Hjørdis Jespersen stóðu fyri matinum. Tað var bara heilt stuttligt, greiðir Eyðbjørg Kass frá og leggur afturat, at hon annars hevur upplivað nógv og heilsað uppá nógv spennandi fólk hesi árini.


Høgan standard og rósandi orð

Vit spyrja Eyðbjørg Kass, hvussu hon hevur upplivað, at Norðurlandahúsið hevur ment seg hesi 25 árini.

- Tey fyrstu árini skipaði húsið sjálvt fyri tiltøkunum, og tað var ábyrgdin hjá húsinum sjálvum at syrgja fyri fígging og sovorðnum. Tað var annars ókeypis at leiga seg inn, um onkur hevði eitt tiltak. Stuðulin til húsið var ikki størri tá, men krøvini vóru minni, so tað var bíligari at skipa fyri tiltøkum.

- Í dag er alt vorðið nýmótans við ljós- og ljóðtøkni, og krøv verða alla tíðina sett til ein hægri standard. Tí er tað vorðið dýrari at skipa fyri tiltøkum. Men afturfyri fáa vit eisini nógvar positivar afturmeldingar, rósandi orð bæði her heima og úr útlandinum um, at vit hava høgan standard, sigur Eyðbjørg Kass.

Frá 1990 byrjaði Norðurlandahúsið at fáa pening inn fyri útleigan, og hetta hevur vundið alt meiri upp á seg fram til dagin í dag. Húsið verður javnan leigað út til eitt fjølbroytt úrval av tiltøkum, líka frá tónlistarligum, yvir ráðstevnur, sjónleikir og til fyrilestrar við so mætum og kendum monnum sum Bill Clinton og Al Gore. At húsið fær pening inn ger, at til dømis nýggi uppíbygningurin, sum verður gjørdur í hesum døgum, skal fíggja seg sjálvan.

Í aðrar mátar heldur Eyðbjørg Kass ikki, at tað hava verið nakrar ógvusligar broytingar við konseptinum, síðani húsið lat upp í 1983.

- Tað hevur fyri tað mesta verið ein javnur útviklingur, men sum árini eru gingin, er alt sjálvandi vorðið dýrari. Krøvini eru vaksin á øllum økjum, eisini á tí bókhaldsliga, alt skal gerast upp so sum atgongumerkjasølur og skjalagoymslur, sigur Eyðbjørg.

Fyri 6 árum síðani avgjørdi Norðurlendska Ráðharraráðið at seta í verk nýggjar setanartreytir fyri starvsfólk á øllum stovnum. Hetta inniber, at øll tey nýggju starvsfólkini verða áramálsett í 4 ár. Eftir hetta  kann viðkomandi fáa longt setanartíðina við tveimum árum í senn, tó í mesta lagi  8 ár samanlagt. Sama skipan er galdandi fyri Norðurlandahúsið í Reykjavík.

- Hetta hevur við sær eina størri útskifting av starvsfólkum, men eisini at húsið missir roynd starvsfólk fjórða ella áttanda hvørt ár, sigur Eyðbjørg


Ótti gjørdur til skammar

Tá Norðurlandahúsið var bygt í síni tíð, vóru tað summi sum óttaðust, at bygningurin kom at standa tómur meginpartin av tíðini. Men hesin óttin er so týðuliga gjørdur til skammar.

- Tað eru sera nógv, bæði úti sum heima, ið ynskja at brúka húsið. Sum árini ganga tykist áhugin bara at vaksa, so eg rokni við at húsið verður enn meiri brúkt, tá nýggi bygningurin er tikin í brúk, sigur Eyðbjørg Kass.

Eitt sum hon væntar fer at vera gjørt enn meiri burtur úr í framtíðini eru tiltøk fyri børn og ung.


[email protected]




Visti tú ...

... 92 prosent av rakstrinum hjá Norðurlandahúsinum kemur frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, meðan hini 8 prosentini koma úr landskassanum.

... tá Norðurlandahúsið varð bygt tíðliga í 80-unum, kom ein triðingur av fíggingini úr Føroyum, og tveir triðingar úr hinum Norðanlondunum.

... at nýggi uppíbygningurin skal fíggja seg sjálvan.




Myndatxt:

Eyðbjørg Kass, skrivstovufólk, hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 25 ár, Elspa Iversen, bókhaldari, í 23 ár, og Marjun Jespersen, skrivari hjá stjóranum, hevur starvast har í 18 ár. Ein fjórði veteranur, Heri av Reyni, húsavørur, hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 22 ár.