Starvið sum aðalstjóri ikki lýst leyst

Hóast almenni setanarpolitikkurin ásetir, at øll størv skulu lýsast leys, so varð aðalstjórastarvið í Innlendismálum ikki lýst leyst.

Innlendismálaráðið fekk í gjár ein nýggja aðalstjóra, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti Rúni Joensen í starv.


Rúni Joensen hevur áður verið aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, men tá aðalráðið varð niðurlagt, varð hann fluttur í starv sum serligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum.


Men hóast aðalráðið varð endurstovnað og neyðugt varð við nýggjum aðalstjóri, so varð starvið aldrin lýst leyst. Hetta hóast, at almenni setanarpolitkkurin staðfestir greitt:


- Øll størv eiga at verða lýst leys alment. Lýsingin skal greiða frá, hvussu starvið er skipað fyrisitingarliga, hvat starvið fevnir um, og hvat verður kravt av umsøkjarum. 


Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, upplýsir fyri in.fo, at hon ráðførdi seg við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, ið staðfestu, at tað ikki var neyðugt at lýsa starvið leyst.


- Aðalstjórin er tænastumaður og hevur skyldu at taka við teimum størvum, ið hann fær boð um. Eg ráðførdi meg við Lønardeildini um starvssetanina, og tey upplýstu, at tað ikki er neyðugt at lýsa starvið leyst.


- Tað er heldur ikki bara aðalstjórin, ið er vorðin fluttur í nýtt starv. Tað liggur í kortunum, at fleiri starvsfólk verða flutt í millum ráðini tá málsøkjabýtið verður gjørt.